Leita á in.fo

 21.09.2018 (11:40)

Apotekar til Norðoya Apotek

Vit sóknast eftir einum nýskapandi og dugnaligum apotekara at standa á odda fyri Norðoya Apoteki.

 

Starvið

Apotekarin er ovasti leiðari á Norðoya Apoteki og hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og menningini av apotekinum. Apotekarin skal tryggja at kundarnir fáa best møguliga tænastu, og at tænasturnar á heilivágsøkinum støðugt verða mentar í mun til tørvin í samfelagnum. Harumframt skal apotekarin tryggja at bygnaður og góðska eru í samsvari við nútíðar krøv. Apotekarin verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa starvið, eins og at skipa menningina av Norðoya Apoteki í samráð við stjórnina í apoteksverkinum.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá apotekaranum eru m.a. at:

  • verða ovasti leiðari á Norðoya Apoteki, og at verða bindilið millum landsapotekaran og starvsfólk á Norðoya             Apoteki
  • menna apoteksverkið við at luttaka aktivt í stjórnararbeiði
  • ráðgeva landsapotekaranum o.ø., og vegleiða í spurningum innan heilivágsøkið
  • hava ábyrgdina av fíggjarætlanini fyri Norðoya  Apotek, og tryggja at hon verða hildin gjøgnum eina skilagóða         raðfesting og stýring
  • fremja skilagott samstarv og samskifti við landsapotekaran, stjórnina, starvsfólk og aðrar áhugabólkar innan           heilivágsøkið
  • tryggja at Norðoya Apotek hevur eitt vælvirkandi leiðslutoymi, sum tekur neyðugar avgerðir
  • ganga á odda, soleiðis at Norðoya Apotek frameftir verður í fremstu røð í øllum viðkomandi viðurskiftum innan         heilivágsøkið
  • apotekarin skal í samráð við landsapotekarin seta tíð av til stjórnararbeiði.

 

Førleikakrøv

Krav til umsøkjaran: (samb. apotekslógini §7, stk 1 og 2) 

Hevur staðið danskt farmaceutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond. Og í starvi frammanundan vorðin skikkaður til at standa fyri rakstrinum av apoteki.

               

Vit vænta okkum at tú m.a.:

  • hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum
  • við tínum leiðsluhátti skapar góðan trivnað og mennir leiðarar, starvsfólk og Norðoya Apotek sum heild
  • dugir at síggja heildina, og ert sinnað/ur at gera neyðugar broytingar, sum geva meining  fyri Norðoya Apotek         og Apoteksverkið sum heild
  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva
  • ert sjónlig/ur á Norðoya Apoteki og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum
  • ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjarstýring og góð evni at taka avgerðir, loysa ósemjur, raðfesta og fremja         ætlanir í verki
  • hevur góð samskiftisevni í skrift og talu
  • hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark. Næsti fyrisetti er landsapotekarin, og tann ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til Hjalta Gunnarstein, landsapotekara á tlf.: 355200 ella við at senda ein teldupost til: landsapotekarin(at)apotek.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Apoteksverkinum: www.apotek.fo.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til:

 

Landsapotekarin

Staravegur 15

FO-100 Tórshavn

 

og sendast við telduposti til: landsapotekarin(at)apotek.fo.

 


Umsóknin skal verða landsapotekaranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. oktober 2018 kl. 12:00. Ætlanin er, at starvið verður sett frá 1. desember 2018, ella eftir nærri avtalu.

 

Síðufótur

Høvuðsvirksemi hjá Norðoya Apoteki er í Klaksvík og Norðoyggjum. Apotekið er harumframt sjúkrahúsapotek og veitir sjúkrahúsunum heilivág og tænastur. Umframt at selja heilivág selur apotekið ein hóp av merkivørum og aðrar heilsubótarvørur. Á Norðoya Apoteki starvast 14 fólk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.