fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.2m/s

Leita á in.fo

 08.07.2017 (07:54)

Apotekari til Tjaldurs Apotek

Vit sóknast eftir einum nýskapandi og dugnaligum apotekara at standa á odda fyri Tjaldurs Apoteki.

 

Starvið

Apotekarin er ovasti leiðari á Tjaldurs Apoteki og hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og menningini av apotekinum. Apotekarin skal tryggja at kundarnir fáa best møguliga tænastu, og at tænasturnar á heilivágsøkinum støðugt verða mentar í mun til tørvin í samfelagnum. Harumframt skal apotekarin tryggja at bygnaður og góðska eru í samsvari við nútíðar krøv. Tú verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa starvið, eins og at skipa menningina av Tjaldurs Apoteki frameftir.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá apotekaranum eru m.a. at:

  • verða ovasti leiðari á Tjaldurs Apoteki, og at verða bindilið millum landsapotekaran, deildarleiðarar og starvsfólk á Tjaldurs Apoteki
  • ráðgeva landsapotekaranum o.ø., og vegleiða í spurningum innan heilivágsøkið
  • hava ábyrgdina av fíggjarætlanini fyri Tjaldurs Apotek, og tryggja at hon verða hildin gjøgnum eina skilagóða raðfesting og stýring
  • fremja skilagott samstarv og samskifti við landsapotekaran, ráðleggingar-nevndina, deildarleiðarar, starvsfólk og aðrar áhugabólkar innan heilivágsøkið
  • tryggja at Tjaldurs Apotek hevur eitt vælvirkandi leiðslutoymi, sum tekur neyðugar avgerðir
  • ganga á odda, soleiðis at Tjaldurs Apotek frameftir verður í fremstu røð í øllum viðkomandi viðurskiftum innan heilivágsøkið

 

Førleikakrøv

Krav til umsøkjaran: (samb. apotekslógini §7, stk 1 og 2)  

Hevur staðið danskt farmaceutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond. Og í starvi frammanundan vorðin skikkaður til at standa fyri rakstrinum av apoteki.

               

Vit vænta okkum at tú m.a.:

  • hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum
  • við tínum leiðsluhátti skapar góðan trivnað og mennir deildarleiðarar, starvsfólk og Tjaldurs Apotek sum heild
  • dugir at síggja heildina, og ert sinnað/ur at gera neyðugar broytingar, sum geva meining  fyri Tjaldurs Apotek og Apoteksverkið sum heild
  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva
  • ert sjónlig/ur í Tjaldurs Apoteki og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum
  • ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjarstýring og góð evni at taka avgerðir, loysa ósemjur, raðfesta og fremja ætlanir í verki
  • hevur góð samskiftisevni í skrift og talu
  • hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark. Næsti fyrisetti er landsapotekarin, og tann ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til Hjalta Gunnarstein, landsapotekara á tlf.: 355200 ella við at senda ein teldupost til: landsapotekarin(at)apotek.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Apoteksverkinum: www.apotek.fo.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til:

 

Landsapotekarin

Staravegur 15

FO-100 Tórshavn

 

og sendast við telduposti til: landsapotekarin(at)apotek.fo.

 

Umsóknin skal verða landsapotekaranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. august 2017 kl. 12:00. Ætlanin er, at starvið verður sett frá 1. september 2017, ella eftir nærri avtalu.

 

Síðufótur

Høvuðsvirksemi hjá Tjaldurs Apoteki er í R.C. Effersøesgøtu í Tórshavn, og Tjaldurs Apotek hevur eisini apotekseind í Steinatúni. Apotekið er harumframt sjúkrahúsapotek og veitir sjúkrahúsunum heilivág og tænastur. Umframt at selja heilivág selur apotekið ein hóp av merkivørum og bjóðar heilsukanningar. Á Tjaldurs Apoteki starvast 65 fólk á 4 deildum/økjum.

hava deilt hesa grein.