fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

 20.07.2017 (15:53)

Apoteksverkið søkir eftir farmaseuti til Framleiðslueindina

Vilt tú vera við til at umsita og menna góðskuskipanina í Framleiðslueindini hjá Apoteksverk Føroya, so er hettar barnsburðarfarloyvisstarvið júst nakað fyri teg.

 

Søkt verður eftir einum farmaseuti til Eftirlitsdeildina (QA/QC) í Framleiðslueindini hjá Apoteksverk Føroya. Starvið er eitt 1 ára barnsburðarfarloyvisstarv við setan frá 1. oktober 2017.

 

Førleikar

Tú skalt hava staðið farmaseutiskt kandidatprógv. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan heilivágsframleiðslu ella góðskueftirlit.  Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst og hava góð samstarvsevnir.       

 

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um

 

-     At vera við til at umsita og menna okkara góðskuskipan og góðsku mannagongdir eftir GMP (Good  Manufacturing Practice)

-          At skriva SOP’ar og aðrar mannagongdir

-          At hava eftirlit við og leysgeva rávøru, etikettir og pakkitilfar til framleiðslu

-          Eftirlit við batchskjølum

-          At vera við til at viðgera frávik og betrandi atgerðir, CAPA, Change Control, OOS og kærur

-          At góðkenna úrslit av reinføris eftirliti av hølum v.m.

-          At hjálpa við fakligum spurningum

-          Tænastuveiting til okkara viðskiftafólk

 

Setanarviðurskifti

Starvið er eitt fulltíðarstarv, 40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark.

 

Umsókn 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðhild Fuglø, góðsku leiðara á tlf. 211159 ella á eydhild(at)apotek.fo

 

Skrivlig umsókn við avrit av prógvum, viðmælum og upplýsingum um royndir, skal vera Eftirlitsdeildini í hendi í seinasta lagi 20. august 2017.

 

Umsóknin skal stílast til

Apoteksverk Føroya, Eftirlitsdeildin, Staravegur 15, FO-100 Tórshavn ella sum teldupostur til [email protected]

hava deilt hesa grein.