fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

 03.11.2017 (13:20)

Arbeiðsleiðarar til ArtiCon

Kundi tú hugsað tær eina spennandi og avbjóðandi yrkisleið í ArtiCon? Nú hevur tú møguleikan!

 

Vit sóknast eftir arbeiðsleiðarum, sum ganga høgt uppí dygd og trygd, og sum á ein natúrligan hátt skapa trivnað millum síni tímaløntu starvsfólk.

 

Formaður

Sum formaður kemur tú millum annað at hava ábyrgd fyri at fylgja arbeiðsætlanini á mál. Tryggja at neyðuga byggitilfarið altíð finst á plássinum, og at neyðugu amboðini altíð eru tøk. Tú skal tryggja, at tey tímaløntu hava teir førleikar, sum krevjast, fyri at gera sítt arbeiði.

 

Vit vænta, at tú:

  • Dugir væl við fólki og dámar væl at ganga á odda
  • hevur royndir við betongarbeiði
  • Fer eftir at náa settar málsetningar
  • er álitisvekjandi og atkomulig/ur
  • hevur góð samstarvsevni

 

Sjakkleiðari

Sum sjakkleiðari kemur tú at vera høgra hond hjá formanninum. Saman við formanninum skal tú vera við til at planleggja dagliga arbeiðið hjá tínum sjakki.

 

Vit vænta, at tú:

  • Dugir væl við fólki og dámar væl at ganga undan.
  • hevur royndir við betongarbeiði
  • Fer eftir at náa settar málsetningar
  • ert álitisvekjandi og atkomulig/ur
  • hevur góð samstarvsevni

 

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Tit hava góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.

 

Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Vil tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Tom Silvurdal, framleiðsluleiðari, á telefon +298 216123 ella Heri Kjærbo, HR-leiðari, á telefon +298 286171

 

Umsóknin við lívsrensli skal sendast til starv(at)articon.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. november 2017.

 

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 250 fólk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.