fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

 07.01.2019 (10:40)

ATLANTIC AIRWAYS SÓKNAST EFTIR FLOGTERNUM OG -TÆNARUM TIL FRÍYRKISSTØRV

Sum  fríyrkis-flogterna/tænari  sleppur  tú  at  royna  teg   í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt í minsta lagi kunna starvast fulla tíð í summarmánaðunum juni, juli og  august 2019.

 

Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin Føroyum ella Keypmannahavn og kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at seta viðskiftafólk okkara í miðdepilin og vísa, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við fyrstafloks tænastu. 

 

TÍNIR EGINLEIKAR

Tú ert ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur – tú dugir og ert tilvitað/ur um at gera ferðina hjá viðskiftafólki okkara so góða og smidliga sum gjørligt. Tú kanst  arbeiða  undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv, royndir frá tænastuarbeiði, og tú skalt hava reina revsiváttan.

 

KRØV

Setanarsamrøður verða í februar 2019, og verður tú sett/ ur í starv, skalt tú á heildagsskeið í Føroyum, í viku 10, 11 og 12, áðrenn tú byrjar. Løn verður ikki goldin í sambandi við skeiðið. Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í mai og juni.

 

ARBEIÐSTÍÐIR OG -STAÐUR

Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinu-starvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar at arbeiða fulla tíð í juni, juli og august.  Møguleiki er eisini fyri, at tú fert at arbeiða í seinnu hálvu av august og partar av september. Tú skalt vera tøk/ur frá seinnu hálvu í apríl til fyrst í september 2019. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógarásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er við støð í Føroyum ella Keypmannahavn. Løn og dagpeningur sambært galdandi reglum.

 


VILT TÚ VITA MEIRA?

Set teg í samband við Anniku Jespersen, kabinuovasta á annikaj(at)atlantic.fo ella tlf. 21 34 11

UMSÓKNIR

Hevur tú hug at  søkja  starv  sum  fríyrkis-flogterna  ella -tænari, send okkum eina umsókn saman við lívsrensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til starv(at)atlantic.fo Umsóknarfreistin er tann  26.  januar 2019.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.