fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

 07.05.2018 (10:27)

Avloysarar og farloyvisstarv til VEKS Eystur

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv innan eldraøkið millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

 

Søkt verður eftir:

·         Frítíðaravloysarum til røktina á Korndalsbýlinum á Eiði og Mørkina í Streymnesi, í tíðarskeiðnum frá 1. juni (ella eftir nærri avtalu) og fram til 31. august 2018.

o   Avloysarar, sum bert kunnu arbeiða í vikuskiftisvaktum, eru eisini vælkomnir at søkja.

·         Avloysara innan reingerð til Mørkina í Streymnesi, at byrja skjótast gjørligt. Brøkur eftir nærri avtalu.

·         Sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara ella heilsuhjálpara – brøk 0,7, í farloyvisstarv

        frá 1. juni til 31. desembur 2018.

 

Starvsøkið

·         VEKS Eystur  (Eiðis- og Sunda Kommuna)

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum. Frítíðaravloysarar, sum bert kunnu arbeiða vikuskiftisvaktir, eru eisini vælkomnir at søkja.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag.

 

Upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til Miu Pedersen á tlf. 793231.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. kann sendast til

veks(at)veks.fo

ella til

Heimatænastan í VEKS

Bakkavegur 59
350 Vestmanna

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. mai 2018 kl. 12.00

 

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.