fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 8.1m/s

Leita á in.fo

 07.09.2017 (09:34)

Bakkafrost søkir Aliformann/-kvinnu

Sum aliformaður/-kvinna fært tú møguleika at virka í einum umhvørvi, har vit leggja dent á at skapa eina burðardygga aling við virðing fyri tí umhvørvi, sum vit virka í. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

 

Arbeiðsøki

Aliformaðurin/-kvinnan hevur dagliga leiðslu av alibrúkinum og ábyrgd av framleiðsluni á økinum. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.

 

at     leggja framleiðsluna til rættis á tryggan og burðardyggan hátt samsvarandi yvirskipaðu málum felagsins

at     tryggja, at fiskavælferðin verður sett í fremstu røð, og at umhvørvið verður røkt á burðardyggan hátt

at     skipa og leggja til rættis dagliga arbeiðið á alibrúkinum

at     tryggja nøktandi rakstur og viðlíkahald

at     hava dagligu starvsfólkaleiðsluna á alibrúkinum

 

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú hevur góðar leiðslueginleikar og -royndir. Tú dugir væl at skipa og leggja arbeiðið til rættis. Tú ert ein virkin partur av dagliga arbeiðinum, og dugir at skapa eina skilagóða javnvág millum dagliga arbeiðið á sjónum og skrivstovuarbeiðið á landi. Eisini dugir tú væl at motivera starvsfólkini, soleiðis at arbeiðslagið er gott á alibrúkinum, samstundis sum tú leggur dent á at skapa góð úrslit.

 

Sum persónur ert tú væl skipað/ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og dugir væl at samstarva tvørtur um deildarmørk. Tú hevur kt-førleikar á brúkarastøði.

 

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

 

Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir innan aling ella royndir á maritima økinum.

 

Vit bjóða

Starvið sum aliformaður/-kvinna er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oddvald Olsen, alileiðara, tel. 23 51 49, t-post odos(at)bakkafrost.com, ella Guðrun Olsen, HR deildarleiðara, tel. 23 51 15, t-post guol(at)bakkafrost.com.

 

Umsókn

Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til hr(at)bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. september 2017. Starvið verður sett sum skjótast.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

www.bakkafrost.com

 

 

hava deilt hesa grein.