fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

 14.11.2017 (13:10)

BAKKAFROST søkir Alileiðara til aling á landi

Bakkafrost miðar ímóti at vera ein fyritøka í heimsflokki í laksavinnuni. Bakkafrost hevur sum einasta fyritøka fullfíggjaða virðisketu – frá alifóðri til lidna matvøru. Okkara mál er støðugt at optimera virðisketuna og gagnnýta støðuna á marknaðinum. Í øllum liðum í virðisketuni skulu vit fáa sum mest burturúr við stórrakstrar- og kappingarfyrimunum, til tess at skapa virðir til kundar, íleggjarar, starvsfólk og til samfelagið, og at varðveita eina kappingarføra støðu á marknaðinum. Fyri at røkka hesum máli er aling á landi ein týðandi partur.

 

Vit sóknast tí eftir einum persóni við góðum yvirskipaðum leiðsluevnum, ið megnar at leiða fólk við ymiskum fakligum og praktiskum førleikum.

 

Starvið

Sum Smoltalileiðari skalt tú tryggja, at virkisøki stuðlar undir teimum yvirskipaðu ætlanum hjá Bakkafrost at framleiða størri smolt og tryggja eina burðardygga aling, ið tekur atlit til fiskaheilsu og umhvørvi. Smoltalileiðarin hevur dagligu leiðsluna av samlaða virksemi felagsins í sambandi við aling á landi, herundir

 

at     fiskaheilsan verður sett í fremstu røð, og at umhvørvið verður røkt á burðardyggan hátt

at     optimera og effektivisera framleiðsluna innan virkisøki

at     verða við til at leggja framleiðsluætlanir, umframt at fylgja upp á hesar

at     verða við til at menna og fáa at virka innanhýsis mannagongdir

at     hava dagligu starvsfólkaleiðsluna av starvsfólkum, ið eru í starvi á ábyrgdarøkinum

at     luttaka í verkætlanarbólki í sambandi við byggiætlanir

at     røkja aðrar viðkomandi uppgávur innan virkisøki

 

Smoltalileiðarin er partur av leiðslubólkinum hjá Bakkafrost og vísur beinleiðis til forstjóran. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum.

 

Tín vangamynd

Tú hevur leiðsluroyndir frá starvi á yvirskipaðum støði í Føroyum ella uttanlands.

·           Tú hevur góð evnir til at leiða ein fjølbroyttan starvsfólkahóp

·           Tú ert framskygdur, trúverdur og dugir væl at motivera fólk

·           Tú ert væl skipaður og megnar at hava nógvar bóltar í luftini uttan at missa yvirlitið

 

Sum persónur hevur tú ein handilsligan hugburð samstundis sum tú hevur

·           ans fyri lívfrøðiligari menning og effektivum rakstri

·           góðan KT-førleika (Microsoft Office, Navision, o.a.)

·           góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt, bæði í skrift og talu

 

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur lívfrøðisliga vitan/útbúgving, umframt royndir innan aling.

 

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

 

Vit bjóða

Eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Talan er um starv við stórum avbjóðingum, har lyklaorðini eru broytingar, menning, uppfylging og effektivisering. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión er lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Regin Jacobsen, forstjóra, á tel 23 50 01, t-post reja(at)bakkafrost.com.

 

Umsókn

Umsókn til starvið við CV, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við t-brævi til hr(at)bakkafrost.com.

 

Umsóknarfreist
Starvið verður at seta sum skjótast. Umsóknarfreistin er 4. desember 2017.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

 

Um Bakkafrost

 

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

 

www.bakkafrost.com


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.