Leita á in.fo

 13.09.2018 (15:37)

BAKKAFROST søkir fólk til fíggjardeildina til tíðaravmarkað starv

Fíggjardeildin søkir fólk til tíðaravmarkað fíggjarumsitarastarv á Glyvrum.

Arbeiðsøki
Starvið fevnir um ymiskar uppgávur á fíggjardeildini. Uppgávurnar fevna m.a. um skuldararøkt og mánaðarligar frágreiðingar til deildarleiðarar og stjórn. Harumframt at tryggja, at roknskaparhaldið hjá samtakinum fylgir innanhýsis mannagongdum, sum hava til endamáls at tryggja, at arbeiðið í fíggjardeildini er einsháttað og fylgir IFRS reglum, umframt føroyskari og norskari lóg um børsskrásett feløg.

Fíggjarumsitarin hevur tilvísing til fíggjarstjóran í Bakkafrost Holding og verður partur av fíggjardeildini.

Tín vangamynd
Tú hevur HA, HD ella aðra hægri útbúgving innan roknskap og fígging ella royndir, sum kunnu sammetast við hesar útbúgvingar. Fyrimunur er, um tú hevur royndir við Navision og hevur góðan málførleika. Tú ert væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvssetanin er eitt ár, og ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum sum skjótast.

Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Gunnar Nielsen, fíggjarstjóra, á tel. 235060  ella við t-brævi til guni(at)bakkafrost.com.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal sendast til hr(at)bakkafrost.com. Umsóknarfreistin er mikudagin 26. september 2018.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.