Leita á in.fo

 13.09.2018 (10:34)

BAKKAFROST søkir Góðskueftirlit til virkið í Vági

Sum Góðskueftirlit hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

 

Virksemið hjá Bakkafrost er í støðugari menning, og vit søkja eitt ágrýtið Góðskueftirlit til virkið í Vági. Sum Góðskueftirlit skalt tú í tøttum samstarvi við Góðskudeildina og Virkisleiðsluna tryggja, at kanningar av framleiðsluni hjá Bakkafrost Processing verða framdar sambært galdandi lógum og innanhýsis mannagongdum.

 

Arbeiðsøki

Starv títt sum Góðskueftirlit fevnir um

  • Dagligt eftirlit við allari framleiðsluni
  • Gera eftirlit í mun til aðrar mannagongdir í góðskuskipanini
  • Sýnistøku
  • Dagføra skrásetingar inn í viðkomandi góðskuskipan
  • Arbeiði við ymiskum telduforritum
  • Aðrar uppgávur

 

Góðskueftirlitið hevur tilvísing til góðskuleiðaran á Bakkafrost Processing og er partur av Góðskudeildini í Bakkafrost samtakinum, har lívfrøðingar, fiskaheilsulívfrøðingar, framleiðsluverkfrøðingur, góðskuleiðarar og eftirlitsfólk starvast. Góðskudeildin varðar av góðsku, djóraheilsu og djóravælferð, umhvørvi, viðlíkahaldi og trygd. Góðskudeildin samstarvar breitt tvørtur um deildarmørk í Bakkafrost samtakinum.

 

Tín vangamynd

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum fiskivinnutøkningur, laborantur ella tilsvarandi og hevur KT førleikar á brúkarastøði. Sum persónur hevur tú góð samstarvsevni, tekur ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur góð samskiftisevni og ert opin fyri at menna tínar førleikar.

 

Vit bjóða

Vit bjóða góða upplæring á virkinum á Glyvrum og eitt áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Talan er um tímalønt starv á niðursettari tíð við starvssetan skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jóhannu Feilberg, góðskuleiðara á Bakkafrost Processing, á tel. 23 50 26 ella við t-brævi til jofe(at)bakkafrost.com.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal sendast til hr(at)bakkafrost.com. Umsóknarfreistin er týsdagin 25. Sept. 2018.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

 

 

www.bakkafrost.com

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.