fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

 29.06.2017 (09:34)

BAKKAFROST søkir KT-tøkning

Sum KT-tøkningur hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

 

Arbeiðsøki

Sum KT-tøkningur ert tú partur av dagliga arbeiðinum á KT-deildini. Tað starvast 3 fólk á KT-deildini, og arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar. KT er í dag partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, alarmskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT-deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir.

 

KT-tøkningurin fer at veita support til deildir og starvsfólk í samtakinum. Harafturat snýr starvið seg um viðlíkahald og menning av skipanum. Tú fert at arbeiða nógv á smoltstøðum, alibrúkum og framleiðsluni á Glyvrum. Uppgávurnar eru m.a.:

          Íverksetan, viðlíkahald og menning av Microsoft skipanum, kjarnuneti, infrakervi og tráðleysari samskiftistøkni í Bakkafrost samtakinum

          Samskipan, íverksetan og viðlíkahald av UTP og Fipur

          Support til deildir og starvsfólk í samtakinum

          Luttaka í verkætlanum

 

KT-tøkningurin vísir til KT-leiðaran.

 

Tín vangamynd

Vit søkja ein royndan persón við viðkomandi útbúgving og royndum. Tað kann vera útbúgving innan KT við góðum førleikum til praktiskt arbeiði, installeringar og el. Talan kann eisini verða um útbúgving innan el við royndum og førleikum innan KT. Tað er ein fyrimunir, at tú hevur kunnleika til fylgjandi tøkni:

          Microsoft skipanir, t.d. sertifisering sum MCSE ella MCSA

          Cisco skipanir, t.d. sertifisering sum CCNA ella CCNP

          Tráðleysar samskiftisskipanir

          KT trygdarskipanir

          El og stýringar (PLC)

          Forritan

 

Vit vænta, at tú hevur koyrikort og dugir væl at orða teg á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu.

 

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfullur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

 

Vit bjóða

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Starvið er nýtt, og tú verður við til at mynda tað. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Vit bjóða eina kappingarføra løn samsvarandi førleikum, útbúgvingarstøði og royndum.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-leiðara, á tel. 23 50 70 ella við t-brævi til kez@bakkafrost.com

 

Umsókn

Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til [email protected]

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 7. august 2017. Starvið verður sett sum skjótast.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

 

www.bakkafrost.com 

hava deilt hesa grein.