fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

 29.06.2017 (09:33)

BAKKAFROST søkir lívfrøðiligan mennara til smoltstøðina á Viðareiði

Sum lívfrøðiligur mennari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

 

Arbeiðsøki

Sum lívfrøðiligur mennari ert tú partur av dagliga arbeiðinum á smoltstøðini á Viðareiði, ið er millum størstu smoltstøðirnar í landinum. Stórar útbyggingar eru framdar síðani 2013. Støðin er nútímansgjørd við nýggjum og størri eindum, betran av endurnýtsluskipanum av vatni og nýggjari generatorskipan. Á støðini starvast 9 fólk. Smoltstøðin arbeiðir eftir strongum góðskuskipanum og ætlanin er at uppraðfesta hetta økið. Tú vísir til formannin á smoltstøðini og tú fert at samskifta nógv við Góðskudeildina.

 

Tú fert at hava sjálvstøðuga ábyrgd á økinum og skalt tryggja neyðuga framgongd ígjøgnum gott samskifti við viðkomandi partar. Tú skalt tryggja, at

·         smoltstøðin lýkur øll ásett krøv í mun til lóggávu og teimum altjóða góðkenningum, sum vit arbeiða eftir

·         verandi mannagongdir á innaneftirlitsøkinum verða optimeraðar og mentar

·         arbeiðsgongdir verða íverksettar

 

Tín vangamynd

Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og ein brennandi áhuga fyri lívfrøði, ið er ein fortreyt fyri at eydnast væl í hesum starvinum. Viðkomandi útbúgving er djóralækni, lívfrøðingur, kemiverkfrøðingur, mikrobiologur, matverkfrøðingur, framleiðsluverkfrøðingur ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá arbeiði innan aling, góðskuarbeiði ella eftirlitsarbeiði, og tú mást hava hegni og dirvi at leiðbeina starvsfelagar innan økið.

 

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfullur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

 

Vit bjóða

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Starvið er nýtt, og tú verður við til at mynda tað. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Vit bjóða eina kappingarføra løn samsvarandi førleikum, útbúgvingarstøði og royndum.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Lisbeth L. Joensen, fiskaheilsulívfrøðing, á tel. 23 50 63 ella við t-brævi til lijo(at)bakkafrost.com. 

 

Umsókn

Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til hr(at)bakkafrost.com. 

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 7. august 2017. Starvið verður sett sum skjótast.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

 

www.bakkafrost.com 

hava deilt hesa grein.