fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

 20.03.2017 (10:00)

BAKKAFROST SØKIR MASKINMEISTARA TIL SMOLTSTØÐINA Á GLYVRADALI

Kundi tú hugsa tær eina yrkisleið sum maskinmeistari á smoltstøðini á Glyvradali? Tú verður partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.

 

Virksemið hjá Bakkafrost er í støðugari menning og vit søkja ein ágrýtnan maskinmeistara til smoltstøðina á Glyvradali at seta í starv sum skjótast.

 

Arbeiðsøki

Á smoltstøðini starvast 6 starvsfólk. Sum maskinmeistari ert tú partur av eini vaktarskipan og kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost.

 

Arbeiðið sum maskinmeistari á smoltstøðini er avbjóðandi og fjølbroytt, og aftaná upplæring kemur tú m.a. at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

 

·         Arbeiði við og viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.

·         Arbeiði við Luft, Oxygen og UV-skipan

·         Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldskipan (OPUS)

·         Ymiskt fyrifallandi smiðjuarbeiði

·         Røkt av fiski

·         Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

 

Tú hevur ábyrgdina av øllum vanligum maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, umvælingararbeiði og viðlíkahald av øllum maskinum á smoltstøðini. Vit vænta, at tú gert títt besta og at øll tól verða væl viðlíkahildin og koyra væl.

 

Vit arbeiða í vaktum á smoltstøðini. Á dagvaktini eru 6 starvsfólk til arbeiðis og á náttar- og vikuskiftisvaktum er 1 starvsfólk til arbeiðis. Sum maskinmeistari verður tú partur av hesi vaktarskipan.

 

Tín vangamynd

Tú ert útbúgvin maskinmeistari ella hevur líknandi útbúgving. Sum persónur ert tú væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar.

 

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann, á tel. 23 50 74, ella við t-brævi til roja(at)bakkafrost.com. 

 

Umsókn

Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða send við t-brævi til [email protected]

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 10. apríl 2017.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

 

www.bakkafrost.com

hava deilt hesa grein.