Leita á in.fo

 06.12.2017 (15:52)

Betri søkir marknaðarfólk

Ert tú kreativ/ur, hevur skil fyri sosialum miðlum og brennur fyri samskifti og marknaðarføring? So ert tú tann, vit søkja.

 

Hevur tú hug at royna teg sum marknaðarfólk í Betri?

 

Eitt av okkara marknaðarfólkum fer í farloyvi, og tí er møguleiki fyri at fáa eitt spennandi avloysarastarv á Marknaðar- og samskiftisdeildini hjá Betri P/F í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2018 til og við 31. desember 2018 við møguleika fyri, at tíðarskeiðið kann verða longt.

 

Deildin

Á Marknaðar- og samskiftisdeildini starvast umframt dagliga leiðaran fýra dugnalig starvsfólk. Deildin tekur sær av allari marknaðarføring av Betri samtakinum og øllum feløgunum í samtakinum. Eisini hevur deildin ábyrgd av uttanhýsis og innanhýsis samskifti.

 

Starvið

Vit sóknast eftir einum røskum, ágrýtnum og eldhugaðum marknaðarfólki. Í tøttum samstarvi við hini á deildini, og við feløgini í samtakinum kemur tú m.a. at taka tær av marknaðarføringsátøkum, lýsingartilfari, samskipan, kundaátøkum og miðlan.

 

Krøv

Vit vænta, at tú:

- hevur útbúgving innan marknaðarføring og/ella samskifti

- ert sjálvstøðug/ur, men dugir at samstarva og at arbeiða í toymi

- hevur hug og hegni at arbeiða við miðlum, bæði siðbundnum og sosialum

- ert áhugað/ur í at fáa hugskot sett í verk við nýskapan og kreativiteti

 

Vit bjóða

Starv í einum samtaki í stórari menning. Ein spennandi, avbjóðandi og fjølbroyttan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur í stóran mun kanst leggja til rættis.

 

Um tú heldur, at hetta ljóðar spennandi, er tað kanska júst tær vit leita eftir. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Barbaru á Tjaldrafløtti, leiðara á tlf. 345799 ella bat(at)betri.fo  ella Mariu á Dul, HR-leiðara á tlf 212592 ella mad(at)betri.fo.

 

Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum FAG og YTF.

 

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknir við C.V. og avriti av prógvum skulu sendast til starv(at)betri.fo í seinasta lagi hósdagin 21. desember 2017. kl. 12:00

 

https://www.betri.fo/um-betri/tidindi/betri-sokir-marknadarfolk/

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.