Leita á in.fo

 13.09.2018 (10:48)

Brennir tú fyri góðari tænastu til kundan?

Vit sóknast eftir einum dugnaligum kundaráðgeva til Kundatænastuna.

Deildin

Kundatænastan er eitt týðandi bindilið millum kundan og Betri og ein avgerandi liður í arbeiðnum at røkka visjón okkara at vera fremsta val føroyinga.

Á Kundatænastuni starvast 12 kundaráðgevarar, 3 sum eru í lestrarstarvi, umframt at bankanæmingar javnan eru á deildini.

Høvuðsuppgávan hjá Kundatænastuni er við nærleika og nærlagni at skapa varandi og lønandi sambond við okkara kundar. Kundatænastan hevur servitan innan netbanka, kort og gerandis bankaviðurskifti. Kundatænastan samskiftir dagliga við okkara kundar umvegis telefon ella teldupost og vegleiðir kundum okkara í at brúka okkara talgildu amboð.

Starvið

Sum partur av Kundatænastuni kemur tú at veita okkara kundum ráðgeving og vegleiðing innan sjálvgreiðslu, netbanka, kort og gerandis bankaviðurskifti.

Eisini er uppgávan at vegleiða kundum okkara – skjótt og væl - at nýta okkara talgildu amboð, soleiðis at kundar í størst møguligan mun sjálvir kunna avgreiða síni vanligu bankaviðurskifti.  

Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú peningastovnsútbúgving ella líknandi
  • tú ert kundavinarlig/ur, uppsøkjandi og dugir væl at samskifta við fólk
  • hugsar sjálvstøðugt og ert jalig/ur og motiverandi í samstarvi við onnur
  • hevur ábyrgdarkenslu og trívist í einum skundmiklum umhvørvi

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum samtaki í stórari menning. Ein fjølbroyttan arbeiðsdag og góðir møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fíu Selmu Nielsen, leiðara á Kundatænastuni, á telefon 348348 , teldupostur fsn(at)betri.fo, ella Fanny Petersen, HR-leiðara, á telefon 348530, teldupost fp(at)betri.fo.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og lønin verður sambært sáttmálan millim FAG og YTF.

Skrivlig umsókn skal sendast til starv(at)betri.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. september 2018.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.