Leita á in.fo

 08.06.2018 (09:29)

Dátueftirlitið søkir eftir løgfrøðingi

Áhugavert starv sum løgfrøðingur er leyst at søkja á Dátueftirlitinum.

 

Uppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um málsviðgerð, ráðgeving, kunning um lóggávuna á økinum, ummæli av lóggávu, eftirlitsarbeiðið, fyrireiking av málum at leggja fyri Dáturáðið og luttøku í norðurlendskum samstarvi á økinum.

 

Nógv samskifti er við almennar myndugleikar, privatar fyritøkur og borgarar, so umframt

málsviðgerð, tekur løgfrøðingurin sær eisini av ráðgeving og kunning, eisini til fjølmiðlar, í hesum sambandi.

 

Talan er um fakliga mennandi og fjølbroytt starv, sum tú sjálv/sjálvur er við til at skipa og har møguleiki er fyri eftirútbúgving.

 

Faklig førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.). Lesandi, sum vænta at verða liðug í næstum, kunnu eisini søkja. Umsøkjari, sum umframt løgfrøðiligt embætisprógv, hevur royndir frá fjølmiðla- ella øðrum kunningaarbeiði, hevur fyrimun í sambandi við setanina av starvinum.

 

Persónlig førleikakrøv og royndir

Vit vænta, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst, hevur góð samstarvsevni, teldukunnleika og dugir væl at orða teg á føroyskum og enskum máli.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.

 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta

lagi 22. juni 2018, og sendast til:

 

Dátueftirlitið

Postboks 300

FO-110 Tórshavn

ella á eydhild(at)dat.fo 

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eyðhild Skaalum, stjóra, tlf. 599100. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarligur myndugleiki, sum vísir til Løgmansskrivstovuna. Dátueftirlitið er skipað við skrivstovu, sum tekur sær av dagligu uppgávunum á økinum og Dáturáði, sum tekur avgerð í prinsipellum málum og málum av stórum almennum týdningi. Á Dátueftirlitinum starvast 3 fólk og Dáturáðið er mannað við 3 limum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.