Leita á in.fo

 05.02.2019 (09:38)

Deildarleiðari til matvørudeildina

Heilsufrøðiliga Starvsstovan søkir eftir deildarleiðara til umskipaða matvørudeild á stovninum.

 

Deildarleiðarin á matvørudeildini hevur fakligu leiðsluna á deildini og skal tryggja at arbeiðið er í samsvari við galdandi lógir, kunngerðir og avtalur við onnur lond. Deildarleiðarin raðfestir og leggur arbeiðið til rættis, fylgir við altjóða broytingum á økinum, kveikir og mennir starvsfólk og stingur út í kortið. Deildarleiðarin á matvørudeildini er partur av leiðslubólkinum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Matvørudeildin

Vit arbeiða við at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk av mati ella vatni. Matvørudeildin løggildir, skrásetir og hevur eftirlit við løggildari matvøruframleiðslu, sum í løtuni er umleið 700 eindir sum eftirlit verður havt við. Deildin hevur eftirlit við sølu av matvøru og vit ansa eftir, at brúkarin fær álítandi upplýsingar um matvørur. Vit hava eisini yvirvøku og eftirlit av inn- og útflutningini av matvørum. Í dagliga arbeiðnum fyllur útflutning av matvørum til 3. lond serstakliga nógv.

 

Matvørudeildin er í 2019 umskipað í eina matvørudeild og eina veterinerdeild. Tilgongd við innanhýsis umskipanini verður endurskoðað við árslok 2019 har tú fær ein lyklaleiklut í at gjøgnumføra og skapa umskipanina. Tilsamans 10 fólk starvast á matvørudeildini umframt tímalønt hjálparfólk.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava prógv sum bromatologur, matvørukandidatur, matvøruverkfrøðingur, djóralækni, cand.scient. ella samsvarandi útbúgving frá hægri lærustovni.

Djóralæknar skulu hava prógv frá norðurlendskum fróðskaparsetri ella javnmettum útbúgvingarstaði, fyri at gerast løggildur embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Harumframt skulu umsøkjarar hava nøkur ára fakligar starvsroyndir.

 

Sum deildarleiðari skal tú væntað at innganga í vaktarskipanir á stovninum.

 

Tað er ein fyrimunur hjá umsøkjarum um teir hava royndir innan leiðslu og fyrisiting og kenna til eftirlitsuppgávur innan matvøruøkið.

 

Tú skal hava koyrikort til bil.

 

Væntanir til umsøkjarar

Nýggi deildarleiðarin á matvørudeildini skal standa á odda fyri einum fakliga sterkum toymi, sum brennir fyri arbeiðnum. Vit ynskja umsøkjarar, sum hava gott hegni at leiða, eggja til samstarv og duga at skapa trivnað í einum arbeiðsdegi, sum kann koma undir stórt trýst. Eitt sjálvstøðugt sinni, nøs fyri tí beinrakna samskiftinum og eginleikin at taka fyrisitingarligar avgerðir til røttu tíð, eru eginleikar vit leggja stóran dent á.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv at byrja sum skjótast, men vit eru til reiðar at bíða eftir tí rætta umsøkjaranum. Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið við viðbót sum deildarleiðari 2.

 

Umsóknarfreist

Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, C.V., viðmælum o.t. skal sendast Heilsufrøðiligu Starvsstovu, Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn, ella hfs(at)hfs.fo.  Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 28. februar 2019 kl. 12.00.

 

Um tú eisini søkir starvið sum deildarleiðari á veterinerdeildini, skal tú upplýsa hetta í umsóknini. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra, á telefon 55 64 00.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.