fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

 04.01.2019 (13:43)

Deildarleiðari til Teknmálstulkatænastuna á Viðskiftadeplinum

Teknmálstulkatænastan er blivin partur av Almannaverkinum, og tí tørvar okkum ein dugnaligan deildarleiðara til okkara nýggju deild sum eitur Teknmálstulkatænastan. Talan er um fulltíðarstarv við tilvísing til depilsstjóran á Viðskiftadeplinum og verður sett frá 1. februar 2019 ella eftir nærri avtalu.

 

Teknmálstulkatænastan
Teknmálstulkatænastan veitir tulk til alt slag av samskifti, har deyv og hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram. Høvuðsendamálið hjá Teknmálstulkatænastuni er at veita tulking til samskifti millum hoyrandi, deyv og hoyritarnað, soleiðis, at allir borgarar landsins hava javnbjóðis atgongd til øll samfelagsviðurskifti.

Tulkað verður úr føroyskum talumáli til føroyskt teknmál og øvugt, og í ávísum førum verður eisini tulkað úr norðurlendskum ella enskum til føroyskt teknmál. Eisini verður veitt skrivitulking. Deildin verður mannað við 4 teknmálstulkum og einum skrivara aftrat deildarleiðaranum.

 

Arbeiðsuppgávur

Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av at leiða dagliga arbeiðið og annað virksemi á deildini, eins og at menna økið. Deildarleiðarin skal tryggja skynsamar mannagongdir og raðfestingar, soleiðis at tænasturnar, sum deildin veitir, eru á høgum stigi og samsvara við ásetingar og mál. Deildarleiðarin kemur eisini at átaka sær uppgávur sum tulkur.  

 

Førleikar

Tað er eitt krav, at deildarleiðarin er útbúgvin teknmálstulkur og hevur royndir innan teknmálstulking. Vit vilja hava ein fakliga sterkan og tilvitaðan deildarleiðara, sum brennir fyri økinum, og sum kann ganga á odda og stinga út í kortið. Leiðsluhugur og hegni hava týdning, eins og eitt gott eyga fyri trivnaði og menning hjá starvsfólkunum hevur nógv at siga. Útbúgving og royndir við leiðslu, undir hesum starvsfólkaleiðsla, eru ikki treytir, men kunnu vera fyrimunir. Deildarleiðarin skal hava góð evni at orða seg í skrift og talu, og megna at arbeiða undir stórum trýsti til tíðir.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á Teknmálstulkatænastuni á Viðskiftadeplinum. Tann, ið sett/ur verður, má tola broytingar í starvinum. Starvið er lønt í 35. lønarflokki í lønartalvuni hjá Tænastumannafelag Landsins. Setanartreytir annars eru sambært avvarðandi yrkisfelag við samráðingarrætti fyri økið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ævilýsing (CV) og øðrum skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "Teknmálstulkatænastan”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. januar 2019,  kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hall Thomsen, depilsstjóra, á  telefon 347040.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.