Leita á in.fo

 05.02.2019 (09:35)

Deildarleiðari til veterinerdeildina

Heilsufrøðiliga Starvsstovan søkir eftir deildarleiðara til nýstovnaða veterinerdeild á stovninum.

 

Deildarleiðarin á veterinerdeildini hevur fakligu leiðsluna á deildini og skal tryggja at arbeiðið er í samsvari við galdandi lógir og kunngerðir á økinum. Deildarleiðarin raðfestir og leggur arbeiðið til rættis, fylgir við altjóða gongdini innan sjúkufyribyrging innan alivinnu, kveikir og mennir starvsfólk og stingur út í kortið. Deildarleiðarin á veterinerdeildini er partur av leiðslubólkinum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Veterinerdeildin

Veterinerdeildin er sett á stovn í 2019, tá matvørudeildin varð umskipað til tvær deildir, eina matvørudeild og eina veterinerdeild. Tilgongdin við innanhýsis umskipanini verður endurskoðað við árslok 2019 har tú fær ein lyklaleiklut.

 

Høvuðsuppgávan hjá veterinerdeildini er eftirlit við alivinnuni við serligum atliti til sjúkufyribyrging. Alivirksemi á einum 20 alifirðum, 10 smoltstøðir, lívfiskastøðir, aling á landi, alskyns flutningseindir, uppskurður, sýnistøka og flutningsloyvir eru uppgávur ið deildin loysur.

 

Aftrat hesum koma aðrar uppgávum sum natúrliga hoyra til veterinerdeildina. Embætisdjóralæknar á deildini røkja eisini aðrar veterinerar uppgávur fyri stovnin.

 

Veterinerdeildin verður styrkt munandi í 2019 í sambandi við uppávur hjá stovninum innan alivinnuna. Í løtuni eru tríggir embætisdjóralæknar og tveir teknikarar. Í sambandi við at økið verður styrkt, er lýst eftir 2-3 eftirlitsfólkum, so deildin kemur at telja 8-9 starvsfólk. Deildarleiðarin skal mynda nýggju deildina og syrgja fyri, at deildin røkkur setta setninginum.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava prógv frá hægri lærustovni sum djóralækni, fiskaheilsukandidatur ella hava aðra viðkomandi náttúruvísindaliga útbúgving á B.Sc. ella M.Sc. stigi.

 

Sum djóralækni skal tú vera útbúgvin frá einum norðurlendskum fróðskaparsetri ella einari javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

 

Sum embætisdjóralækni skal tú væntað at kunna innganga í vaktarskipanina á stovninum.

 

Harumframt skulu umsøkjarar hava nøkur ára fakligar starvsroyndir. Tað eru fyrimunir hjá umsøkjarum, sum hava starvsroyndir við alifiski, royndir innan fyrisiting og vitan um eftirlitsuppgávur innan djóraøkið sum heild.

 

Tú skal hava koyrikort til bil.

 

Væntanir

Nýggi deildarleiðarin á veterinerdeildini skal standa á odda fyri einum fakliga sterkum og sjálvstøðugum toymi, sum brennir fyri arbeiðnum. Vit ynskja umsøkjarar, sum hava gott hegni at leiða, eggja til samstarv og duga at skapa trivnað í einum arbeiðsdegi, sum kann koma undir stórt trýst.

 

Eitt sjálvstøðugt sinni, nøs fyri tí beinrakna samskiftinum, at taka fyrisitingarligar avgerðir til røttu tíð eru eginleikar vit leggja stóran dent á. Tú dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella at tú skilur føroyskt og eitt av norðurlendsku málunum í skift og talu. Somuleiðis væntast hollir førleikar á enskum í skift og talu.

 

Tú skal rokna við at luttaka í nakað av arbeiði úti á alibrúkum, smoltstøðum og øðrum eindum innan alivinnuna.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv at byrja sum skjótast, men vit eru til reiðar at bíða eftir tí rætta umsøkjaranum. Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið við viðbót sum deildarleiðari 2.

 

Umsóknarfreist

Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, C.V., viðmælum o.t. skal sendast Heilsufrøðiligu Starvsstovu, Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn, ella hfs(at)hfs.fo.  Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 28. februar 2019 kl. 12.00.

 

Um tú eisini søkir starvið sum deildarleiðari á matvørudeildini, skal tú upplýsa hetta í umsóknini. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra, á telefon 55 64 00.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.