fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

 01.02.2018 (14:13)

Dekkari til Magnus Heinason

Søkt verður eftir dekkara til havrannsóknarskipið Magnus Heinason at byrja 7. mars 2018.

 

Tann, ið settur verður, skal hava heilsuváttan fyri sjófólk og trygdarskeið. Umframt skal hann hava góð samstarvsevni og vera røkin. Tað er ein fyrimunur at hava góðan kunnleika til trolreiðskap.

 

Lønar- og setanartreytir eru sbrt. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

 

Nærri fæst at vita um starvið hjá Erling í Liða, reiðara (tlf. 35 39 00, t-post: erlingl(at)hav.fo).

 

Umsóknarfreistin er 25. februar 2018.

 

Skrivligar umsóknir við viðmælum ella líknandi skulu sendast Havstovuni:

Havstovan

Nóatún 1, P.O. Box 3051

FO-110 Tórshavn

ella teldupost: hav(at)hav.fo 



Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.