Leita á in.fo

 10.10.2017 (15:50)

Dekkari til Teistan

Søkt verður eftir  einum dekkara til Strandfaraskip Landsins at seta í starv 1. november 2017.

Viðkomandi skal byrja umborð á Teistanum, men kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.  Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Teistanum er dagliga farleiðin Gamlarætt - Skopun. Starvsbrøkur er 0,958 og arbeiðstíðin umborð á Teistanum er 11 dagar umborð (byrjað verður mánadagar) og 10 dagar frí. Siglt verður hvønn dag í vikuni. Umstøður eru at búgva umborð.

 

Høvuðsuppgávan hjá dekkaranum

Høvuðsuppgávan hjá dekkaranum er at vera við til at tryggja, at trygdin umborð er í samsvari við altjóða krøv, tryggja reinførið umborð, og at hava ymiskt fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði, sum fyriskipað av skipsleiðsluni.  

Dekkarin hevur ábyrgd av, at formligar reglur á økinum verða fylgdar, og at arbeiðsgongdir eru í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni.

 

Førleikakrøv

  • Prógv sum fulltikin skipsatstøðingur (dekkari)
  • Heilsuváttan
  • Trygdarskeið fyri sjófólk (Basic Training)
  • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
  • Heilsuprógv ikki eldri enn 2 ár
  • Eldsløkking umborð á skipi
  • Stóra koyrikort

 

 

Gagnligt at hava Fast Rescue Boats (FRB- bátaførara), førleikaprógv við ro-ro ferðamannaskipum og at hava royndir við ferðamannaskipum.

 

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Byrjunarlønin  er 25.352,36 kr og endalønin er 28.163,24 kr.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast við telduposti til eyj(at)ssl.fo  ella til:

 

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Postboks 30

FO-810 Tvøroyri

 

Umsóknirnar skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 25.oktober 2017


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.