fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

 10.01.2019 (09:11)

Dugir tú at skapa eitt heim?

Almannaverkið søkir eftir einum fólki at taka sær av øllum tí heimliga á Bú- og viðgerðarstovni á Argjum, har tríggir ungir drongir búgva.

 

Tað sigst, at heimið er har hjartað er. Og í stuttum er uppgávan at taka sær av øllum tí gerandisliga, sum knýtir seg at einum heimi. Heimið skal haldast, klæðini vaskast og heilsugóður og vælsmakkandi matur gerast. Tað eru tær praktisku uppgávurnar, sum standa á listanum. Men tað, sum hevur eins stóran týdning, eru menniskjaligu eginleikarnir.

 

Ein maður ella ein kona, sum kann vera hjartað í stovninum. Hesin ósjónligi heiti pulsurin, sum flest øll kenna, men sum er torførur at seta orð á. 

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru at rudda, vaska, keypa inn og standa fyri matgerðini á stovninum, samstundis, sum viðkomandi er ein týdningarmikil umsorganarpersónur á stovninum. Viðkomandi skal stuðla uppundir námsfrøðiligu avbjóðingarnar og stuðla uppundir menningina og vøksturin hjá teimum ungu, sum búgva á stovninum. 

 

Starvið

Starvið er 30 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag. Uppgávan er nýggj og tískil er væntandi við einari tilvenjingartíð. Viðkomandi sum verður sett/ur fær ávirkan á, hvussu arbeiðið verður skipað. Tann, sum verður settur í starv fær upplæring í at arbeiða innan autismuøkið.

 

Væntanir til umsøkjarar

Innlit og forvitni í avbjóðingarnar hjá ungum fólki við autismuórógvi eru ynskiligir eginleikar. Vit leggja dent á nærlagni og at dagarnir eru væl skipaðir. Áhugi og vitan um matgerð og hugur at halda hús telja nógv.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan í Eind 3 í Trivnaðardeplinum. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "Umsókn Eind 3”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.01.2019.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Poulu Djurhuus, eindarleiðara, telefon 297415 ella Sáru Midjord, leiðara á telefon 297414.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.