Leita á in.fo

 27.07.2018 (14:12)

Eftirlitsfólk til SEV

Vit sóknast eftir eftirlitsfólki til at vera við til at tryggja føroyingum tryggar og støðugar elinnleggingar

 

Starvið

Tú verður partur av einum toymi av fimm eftirlitsfólkum á Innleggingardeildini hjá SEV, sum telur 9 starvsfólk. Talan er um eina uppnormering á deildini, vegna økt virksemi. Deildin samstarvar tætt við elinnleggjarar kring alt landið, og saman við teimum hava eftirlitsfólk ábyrgd av at tryggja, at elinnleggingarnar eru gjørdar eftir røttum reglugerðum og fyriskipanum.

 

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

 

  • eftirlit við nýggjum elinnleggingum
  • skráseting av innleggingum kring alt landið
  • dagføring av málaraskipanum
  • stakroyndir av elmálarum
  • tekniska kundatænastu

 

Starvið ber við sær nógv samskifti við elinnleggjarar, og arbeiðsstaðurin er landið alt, men tú fært skrivstovu í Tórshavn. Eftirlitið verður framt sambært løgtingslóg. Elnevndin útinnir eftirlitið vegna landsstýrisfólkið í vinnumálum, og hevur útveitt uppgávuna til SEV.

 

Vit vænta, at tú 

·         ert útbúgvin elektrikari

·         hevur prógv sum elinnleggjari

·         ella hevur víðkaða maskinmeistaraútbúgving við royndum innan eløkið ella samsvarandi útbúgving.

·         Koyrikort til persónbil

 

 

Harumframt krevst holl vitan um krøvini til elinnleggingar og innleggingararbeiði. Vit vænta eisini, at tú hevur kunnleika til teldu á brúkarastøði og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

 

Tú dugir væl at samskifta og samstarva. Eisini er umráðandi, at tú ert væl skipað/ur í arbeiði tínum og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Harumframt er serstakliga týdningarmikið, at tú veruliga hevur hug til at ogna tær nýggja vitan, tí sum eftirlitsfólk er umráðandi áhaldandi at ogna sær nýggjastu vitanina innan økið.

 

SEV

Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar. SEV bjóðar eisini:

 

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Ynskið er, at nýggi starvsfelagi okkara er áhugað/ur í gevandi fakligum samstarvi og sparring. Og at viðkomandi gevur sítt íkast til ein góðan trivna.

 

Løn

Starvið er flokkað sum serfrøðingur 1, í lønaflokki 7 sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF. Í verandi løtu er byrjunarlønin 28. 561, 31 kr og endalønin 31.552,07 kr um mánaðin. Afturat hesum kemur 15,5% í pensjón.

 

Umsóknin

Um tú ert áhugað/ur í starvinum og hevur eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Dánial Jógvan Hansson, leiðara á Innleggingardeildini, á telefon 225518. Umsóknarfreistin er 20. august 2018. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda umvegis teldupost til:  starv(at)sev.fo, viðmerk: eftirlitsfólk

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 160 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er ein fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.