Leita á in.fo

 11.06.2018 (12:10)

Elektrikari til SEV

SEV sóknast eftir elektrikara til Eltøknideildina at byrja 1. september. Í løtuni starvast 9 fólk á deildini.

 

Uppgávur

Uppgávurnar á Eltøknideildini eru sum heild hesar:

·         Viðlíkahald av teknisku útgerðini á koplingarstøðunum

·         Viðlíkahald av teknisku útgerðini á elverkunum

·         Uppseting av tekniskari útgerð á koplingarstøðum og elverkum

 

Tú ert útbúgvin elektrikari ella hevur tú útbúgving og starvsroyndir, sum kunnu javnsetast. Tú ert serfrøðingur í stýringum og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Eisini er neyðugt, at tú hevur førleikar at samskifta á enskum.

 

Tú ert fyrikomandi, nærlagdur og arbeiðir sjálvstøðugt. Vit vænta eisini, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit. Royndir við arbeiði á elverkum ella koplingarstøðum er ein fyrimunur. Royndir við modbus, profibus og líknandi er eisini ein fyrimunur.

 

Tú kanst vænta, at arbeiðið fyri ein part fer fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Eisini kan roknast við nakað av ferðing innanoyggja, tí arbeiðið hjá Eltøknideildini fer fram um alt landið. Koyrikort til persónbil er neyðugt.

 

SEV

Tann, sum verður settur, fær sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum  hon/hann fær um hendi.

SEV bjóðar tær:

 

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Løn

Starvið er sett sambært sáttmála millum SEV og avvarðandi yrkisfelag. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani endaliga próvtøku.

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Brian Joensen, leiðara á Eltøknideildini, á telefon

346800. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 22. juni 2018. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til: starv(at)sev.fo 

 

ella

Elfelagið SEV

Postrúm 319

FO-110 Tórshavn

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 134 fólk eru í føstum starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.