Leita á in.fo

 05.07.2018 (09:30)

Endurlýsing: Starvsfólk til Frítíðartoymið við Tinghúsvegin og til Umlættingartilboðið í Ovarugøtu í Tórshavn

Almannaverkið søkir eftir 3 eldhugaðum starvsfólkum til nýtt virksemi í frítíðar- og  umlættingartilboði fyri børn við autismu.

 

Arbeiðsuppgávur

Tú verður ein partur av einum toymi, har uppgávan er at bjóða borgarum upplivingar, neyðugan stuðul, umsorgan og ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Vit brúka boardmaker og arbeiða eftir einum leisti, har dentur verður lagdur á tilfeingið hjá barninum, út frá einum kognitivum viðurkennandi pedagogikki. Starvsfólk fáa grundleggjandi autismuskeið, í sambandi við starvið.

 

Um størvini

  • 2 størv á 35 tímar um vikuna at byrja 01.09.2018 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er fyri tað mesta í dagtímunum men møguleiki er fyri dag-, kvøld- og náttvaktum.

 

  • 1 starv á 25 tímar um vikuna at byrja 01.09.2018 ella eftir nærri avtalu. Starvstaðurin er í høvuðsheitum í Frítíðartoyminum og arbeitt verður í dagtímunum, mánadag til fríggjadag.

 

Førleikakrøv

Søkt verður eftir námsfrøðingum, ergoterapeutum ella fólki við aðrari námsfrøðiligari útbúgving. Um ongin við nevndu útbúgvingum søkir, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.

 

Væntanir til umsøkjarar

Vit ynskja umsøkjarar við hugi og hegni at arbeiða við børnum, har dentur verður lagdur á at styrkja samskiftið. Væntað verður, at tú ert opin fyri nýhugsan og avbjóðingum og hevur góð samstarvsevnir. Fleksibilitetur, tolni, rúmligt lyndi, og at tú dugir at leggja dagin til rættis, eru góðir eginleikar at hava í starvinum. Vit vænta, at umsøkjarar hava koyrikort til bil og vanligar KT-førleikar.

 

Um Frítíðartoymið við Tinghúsvegin og Umlættingartilboðið í Ovarugøtu

Frítíðartoymið á Tinghúsvegnum er opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 12.00 til 17.00 og har koma børn eftir skúlatíð. Í Frítíðartilboðnum verður eisini verður skipað fyri ungdómsklubbi 2 dagar um vikuna frá kl. 17-21. Umlættingartilboðið Í Ovaragøtu er skipað sum umlætting vanligar dagar og í vikuskiftunum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan í Eind 3 í Trivnaðardeplinum. Tann í settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

 

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávíkavist Føroya Pedagogfelag ella Ergoterapeutfelagið. Onnur sum søkja, verða lønt sum hjálparfólk sambært sáttmálanum við Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "Umsókn Eind 3 Tinghúsvegur/Ovaragøta”.

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18.07.2018 kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Poulu Djurhuus, eindarleiðara á telefon 297415 ella Sáru Midjord, leiðara á telefon 297414.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.