fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

 03.07.2018 (10:39)

Ergoterapeutur ella Fysioterapeutur til deildina fyri Hjálpartól

Á deildini fyri Hjálpartól í Viðskiftadepilnum er eitt spennandi og øðrvísi terapeutstarv leyst at søkja. Talan er um eitt starv, sum er fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið er frá 1. september ella eftir nærri avtalu. Arbeiðs- og tænastustaðurin er í Tórshavn.

 

Deildin fyri Hjálpartól

Deildin fyri Hjálpartól er deild í Viðskiftadeplinum á Almannaverkinum, og í dag telur deildin íalt tólv starvsfólk, fýra terapeutar, fimm goymslufólk og tveir tøkningar, ið arbeiða á hjálpartólaøkinum um alt landið.

 

Arbeiðsuppgávur
Deildin fyri Hjálpartól veitir stuðul og ráðgeving í sambandi við tørv á hjálpartólum, bústaðarbroytingum og bilum, til fólk við varandi virkistarni. Somuleiðis veitir deildin, ráðgeving og leiðbeining til almennar myndugleikar og onnur, um hjálpartól, um byggi- og bústaðarspurningar og um bilar. Harumframt ráðgeva og vegleiða vit í sambandi við nýbygging til borgarar við rørslutarni.

 

Við støði í tvørfakligari hugsan og yrkisdugnaskapi, viðger og tekur deildin støðu til umsóknir um stuðul til omanfyrinevndu endamál. Hjálpartól, íbúðarbroyting og bilur skulu bøta munandi um varandi virkistarn og lætta munandi um gerandisdagin hjá borgaranum í heiminum.  

 

Førleikar

Útbúgving sum løggildur ergoterapeutur ella fysioterapeutur er eitt krav.

 

Væntanir

Vit vænta av tær, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur. Tú hevur hug at arbeiða við hjálpartólum, ert tænastusinnað/ur og vil virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin. Tær dámar væl beinleiðis samband við borgaran. Eisini arbeiðir tú við støði í møguleikum, heldur enn forðingum og hevur hug og evni at arbeiða tvørfakligt. Tú trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi, við fjølbroyttum og skiftandi uppgávum og ræðist ikki tíðarfreistir og journalskriving.

 

Vit vænta gjøgnumskygni í arbeiðinum, góð samstarvsevnir, hug og áræði at náa málum í felag, harumframt hegni at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur viðkomandi starvsroyndir og kunnleika til almennar myndugleikar. Eisini vænta vit, at tú hevur fyrisitingarligar royndir og dugir at orða teg í skrift og talu. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Tá tænastan fevnir um alt landið, má roknast við koyring. Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, autorisation, CV, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo 

ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "Umsókn Hjálpartól”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. august 2018 kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigruna Mikkelsen, deildarleiðara, á telefon 360000/238316.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.