fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 2°C

Vindur 2.3m/s

Leita á in.fo

 09.01.2018 (14:51)

Ergoterapeutur og fysioterapeutur til deildina fyri hjálpartól

Almannaverkið søkir eftir tveimum dugnaligum terapeutum til deildina fyri Hjálpartól. Talan er um eitt fulltíðarstarv og eitt ¾ starv at seta sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

 

Um deildina fyri Hjálpartól

Deildin fyri Hjálpartól er deild í Viðskiftadeplinum, sum hevur til endamáls at veita stuðul og ráðgeving til fólk við varandi virkistarni. Serliga er talan um stuðul og ráðgeving í samband við hjálpartól, bústaðarbroyting og avlamisbilar. Harumframt er eisini ein uppgáva at ráðgeva og vegleiða í samband við nýbygging til borgarar við rørslutarni. Somuleiðis kann deildin ráðgeva og leiðbeina almennar myndugleikar og onnur viðvíkjandi hjálpartólum, byggi- og bústaðarspurningum og um bilar.

 

Á deildini fyri Hjálpartól, ið fevnir um alt landið, starvast 12 starvsfólk, harav 5 eru terapeutar, 4 eru goymslufólk, og tveir tøkningar og ein deildarleiðari.

 

Arbeiðsuppgávur

Almannaverkið er eitt sera fjølbroytt arbeiðspláss. Sum terapeutur verður tú partur av einum stinnum hjálpartólatoymi, ið veitir stuðul og ráðgeving í sambandi við tørv á hjálpartólum, bústaðarbroytingum og bilum, til fólk við varandi virkistarni.

Títt starvsøki verður millum annað at veita ráðgeving og leiðbeining til almennar myndugleikar og onnur, um hjálpartól, um byggi- og bústaðarspurningar og um bilar. Harumframt er ein uppgáva at ráðgeva og vegleiða í samband við nýbygging til borgarar við rørslutarni.

Saman við toyminum kemur tú at arbeiða við tvørfakligari hugsan og yrkisdugnaskapi, viðgerð og at taka støðu til umsóknir um stuðul til omanfyrinevndu endamál.

Endamálið við tínari ráðgeving verður at hjálpartólini, íbúðarbroytingin og bilurin skulu bøta munandi um varandi virkistarnið og lætta munandi um gerandisdagin hjá borgaranum í heiminum.

 

Førleikar

Útbúgving sum løggildur fysioterapeutur ella ergoterapeutur.

 

Væntanir

Vit vænta, at tú brennur fyri at arbeiða innan hjálpartólaøkið, tú áhaldandi ynskir at menna ergo-/fysioterapeutiskt arbeiði, sum er ein týðandi liður í okkara tænastu, har borgarin verður settur í miðdepilin.

At tú tvørfakliga arbeiðir við støði í møguleikum, heldur enn forðingum. At tú trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi, dámar fjølbroyttar uppgávur og dugir at orða teg í skrift og talu. Vit vænta gjøgnumskygni í arbeiðinum, góð samstarvsevni og kunnleika til almennar myndugleikar. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.

Setanar - og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum á deildini fyri Hjálpartól. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Tá tænastan fevnir um alt landið, má roknast við koyring. Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, autorisation, CV, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo

ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "Umsókn deildin fyri Hjálpartól”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. januar 2018 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigruna Mikkelsen, deildarleiðara, á telefon 360000


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.