Leita á in.fo

 05.04.2018 (15:08)

Ert tú Heilsufrøðingur?

Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til eitt fast starv og eitt avloysarastarv at seta skjótast tilber.

 

Størvini eru:

20 tímar á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu.

32 tímar avloysarastarv á smábarnaøkinum í Fuglafjarðar kommunu, Eysturkommunu,  

                 Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu. Avloysarastarvið er til

   28. februar 2019.

 

Vit kunnu bjóða:

•             Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði

•             Fakligt mennandi umhvørvi

•             At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

•             Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd

 

Førleikakrøv:

•             Løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur

•             Útbúgving sum heilsufrøðingur

•             Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og tvørfakligt

•             Áhuga fyri fakligari menningartilgongd

 

Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur royndir frá heilsufremjandi arbeiði á barna- og/ella familjuøkinum.

 

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
700 Klaksvík

 

Ella umvegis teldupost: heilsutrygd(at)heilsutrygd.fo

 

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. apríl 2018, kl. 12.00.

 

 

Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, tel. 562394.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.