Leita á in.fo

 04.10.2018 (14:11)

Ert tú laboranturin vit leita eftir?

Vit søkja eftir laboranti í tíðaravmarkað starv til spennandi og avbjóðandi uppgávur á Patologisku kanningarstovuni.

 

Okkara uppgávur fevna m.a. um:

  • at kanna smittu/sjúku í fiski og djórum
  • at kanna mótstøðuføri hjá seyði móti ridluskriða
  • at luttaka í granskingarverkætlanum
  • at innkoyra og góðskutryggja nýggjar kanningar

 

Vit nýta framkomnar kanningar, so sum PCR, real-time PCR, sekventering, NGS, bioinformatik, ELISA, IFAT og dyrking av virus á kyknum.

 

Tú skalt:

  • hava lokið prógv sum laborantur ella aðra tilsvarandi útbúgving
  • hava góðan kunnleika til føroyskt og norðurlendskt í skrift og talu.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við:

  • omanfyrinevndu kanningum
  • góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025
  • vanligum telduskipanum, LIMS og journalskipanini 360.

 

Vit bjóða eitt áhugavert og fjølbroytt starv, har tú verður ein týðandi partur í at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit.

 

Starvið er fulla tíð við setan frá 1. desember 2018 (ella skjótast til ber) til 31. desember 2019. Lønin verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn við avritum av prógvi, starvsroyndum og viðmælum skal sendast til hfs(at)hfs.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. oktober 2018, kl. 12.00.

 

Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Debes H. Christiansen, deildarleiðara, tlf. 556486 ella teldupost debesc(at)hfs.fo.

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum.

Patologiska kanningarstovan er tilvísingarkanningarstova fyri fiska- og djórasjúkur. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Vit eru ein nútíðar kanningarstova við mest framkomnu útgerð til mýlislívfrøðiligar, immunologiskar og aðrar kanningar. Vit eru seks starvsfólk og ein lesandi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.