fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 12.04.2017 (18:23)

Ert tú námsfrøðingur?

 

·             - brennir tú fyri at arbeiða við børnum?

 

·             - ert tú fakliga væl fyri og dugir væl at skapa ítriv til børnini?

 

·             - ert tú álítandi, opin og løtt/lættur at samstarva við?

 

·             - kanst tú átaka tær fjølbroyttar uppgávur, tá ið á stendur?

 

- so vilja vit fegin frætta frá tær!

 

Í summar byrja 16 nýggj børn í forskúlanum, og frítíðarskúlin verður fullur við umleið 50 børnum. Vit sóknast eftir 1 námsfrøðingi 30 tímar um vikuna til forskúlan (setanarbrot 0,75) og 1 námsfrøðingi 25 tímar um vikuna til frítíðarskúlan (setanarbrot 0,625).

 

Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú við til at menna eitt nýtt og spennandi skúla- og frítíðarskúlatilboð í høvuðsstaðnum. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og saman við ymiskum fakfólki við at leggja arbeiðið til rættis.

 

Í viðgerðini leggja vit dent á, at tínar royndir eru viðkomandi fyri námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd skúlans.

 

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag. Setanin er frá 1. juni 2017 ella eftir nærri avtalu.

 

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi royndum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. apríl 2017 kl. 12.00. Umsóknin verður send við telduposti til litliskuli(at)litliskuli.fo.

 

Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til leiðaran fyri Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen, tel. 755080. Skrivligir spurningar kunnu sendast til litliskuli(at)litliskuli.fo.

 

 

 

Lítliskúli er nýstovnaður frískúli í Tórshavn, sum liggur við Hoyvíksvegin, bert 100 metrar frá Hoyvíkstjørn og 500 metrar frá miðbýnum.

 

 

Lítliskúli er eitt samskipað frískúlatilboð við forskúla, skúla og frítíðarskúla. Námsfrøðiliga grundarlagið er heildarmenning, og vangamyndin er tónleikur, list og rørsla. Børnini í Lítlaskúla skulu sleppa at brúka bæði høvur og hendur og sítt skapandi hugflog. Vit leggja tí dent á verkligar tilgongdir, og at fakliga innihaldið í so stóran mun sum til ber verður tongt at ítøkiligum upplivingum og avrikum.

 

Lítliskúli hevur matarskipan og bjóðar børnunum undirvísing í einum ljóðføri. Ein dagur um vikuna er útidagur.

 

 

Lítliskúli er skipaður sum sjálvsognarstovnur við einum stýri, sum er ovasta leiðsla skúlans. Limirnir í stýrinum eru umboð fyri foreldur, starvsfólk, áhugabólk og Tórshavnar kommunu.

 

hava deilt hesa grein.