fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

 03.01.2019 (10:49)

Ert tú okkara maskinmeistari?

Ynskir tú at gerast partur av spennandi og fjølbroytta starvshópinum á NET? Vit sóknast eftir einum dugnaligum maskinmeistara til Byggideildina. 

Um starvið

Yvirskipaða starvsøkið hjá tær verður fjølbroytt og høvuðsábyrgdin verður av dieselgeneratorum.  Dagligu uppgávurnar fevna millum annað um:

Viðlíkahald og rakstur av motorum   

Viðlíkahald og rakstur av eldávarðingar- og sløkkiskipanunum

Samskifti við myndugleikar og installatørar um góðkenningar v.m.

Viðlíkahald og rakstur av køli- og ventilatiónsskipanum

Útkall í úrtíð í samband við ymiskar skipanir (serliga í Klingruni í Hoyvík)

Annað fyrifallandi arbeiði, so sum tvørfakligt arbeiði á Byggideildini

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú annaðhvørt hevur viðkomandi útbúgving sum maskinmeistari/maskinist ella royndir sum elektrikari innan dieselgeneratorar. Harumframt vænta vit, at tú:

Býrt í ella nær høvuðsstaðarøkinum

Hevur møguleika at arbeiða við tilkalling

Arbeiðir væl sjálvstøðugt

Hevur góð samstarvsevnir

Ert íðin og røkin

Hevur koyrikort

 

Setanartreytir

Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár og verður sett 15. mars 2019 ella eftir nærri avtalu. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele.

 

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 20. januar 2019 og skulu sendast inn her (https://starv.ft.fo/Application/Index/13).

 

Ynskir tú at hoyra meira um starvið? Brian Rasmussen er leiðari á Byggideildini og er tøkur á tel. 243651 og á bra(at)ft.fo.

 

Um Byggideildina

Byggideildin rekur og viðlíkaheldur allar bygningar hjá Føroya Tele samtakinum. Bygningarnir, sum eru um 150 í tali, eru skrivstovu- og goymslubygningar, tøknihús og telebúðir.  Á Byggideildini starvast frammanundan 9 starvsfólk.

 

Ábyrgdarøkið hjá Byggideildini er fjøltáttað og fevnir m.a. um:

Rakstur og viðlíkahald av bygningum og uttanduraøkjum hjá Føroya Tele

Brandtrygdarskipanir

El-installatiónir

No-break og short-break

HVS og køling

Montering av tekniskari útgerð

Reingerð og kantinudrift


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.