fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

 08.05.2018 (09:22)

Ert tú okkara nýggi handilslærlingur?

Vit leita eftir tveimum handilslærlingum til Telebúðina í Tórshavn. Ert tú áhugað/ur í sølu, tøkni og góðari kundatænastu, so ert tú kanska tann rætti at seta títt fingramerki á eitt spennandi arbeiðspláss og gerast partur av einum dugnaligum sølutoymi..

 

Sum handilslærlingur fært tú eina avbjóðandi og spennandi lærutíð í einum umhvørvi, ið gevur pláss fyri bæði fakligari og persónligari menning. Arbeiðið fevnir í stóran mun um kundaráðgeving og sølu av vørum og tænastum, men fevnir eisini um at skráseta tænastur, uppseta tøkni fyri kundar og annað handilsarbeiði.

 

Vit vænta, at tú:

hevur áhuga fyri sølu og góðari kundatænastu.

hevur førleikar at seta teg inn í nýggja tøkni. 

dugir væl at samstarva og røkka ásettum málum.

hevur FHS-, HH-, HIF-, HF- ella studentsprógv.

 

Lærutíðin er samansett av arbeiði í Telebúðini og stuttum skúlaskeiðum í Danmark.

 

Lærutíðin er:

2 ár við HH-prógvi

2 ½ ár students-, HF- HIF- ella HTX-prógvi

3 ár við FHS-prógvi

 

Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið fyri Føroya Tele. 

 

Umsókn við lívsrensl og viðkomandi skjølum skulu vera Starvsfólkadeildini á Føroya Tele í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. mai 2018 og skulu sendast til umsokn(at)ft.fo ella:

 

Føroya Tele

Starvsfólkadeildin

Postboks 27

FO-110 Tórshavn

 

Nærri fæst at vita um læruplássini við at venda sær til Jan Kenneth Danielsen, leiðari fyri Telebúðina í Tórshavn á tel. 243348 ella jkd(at)ft.fo. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á tel. 303030.

 

Lærutíðin byrjar 1. juli 2018 ella eftir nærri avtalu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.