fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

 03.01.2019 (10:41)

Ert tú okkara nýggi húsavørður?

Ynskir tú at gerast partur av spennandi og fjølbroytta starvshópinum á NET? Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði til Byggideildina.

 

Um starvið

Starvið fevnir um fjølbroyttar uppgávur bæði innan- og uttandura. Uttandurauppgávur mynda vanligt viðlíkahaldsarbeiði umframt at tryggja, at umhvørvið kring bygningarnar hjá samtakinum Føroya Tele er væl røkt og snøgt. Innandura eru uppgávurnar m.a. viðlíkahaldsarbeiði av bygningum og innbúgvi. Yvirskipað mynda uppgávurnar millum annað:

  • Grassláing kring bygningar
  • Viðlíkahald innan og uttan
  • Burturbeinan av ruski
  • Praktisk viðurskifti í samband við tiltøk hjá Føroya Tele

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú hevur:

  • Góð handalig evnir (handverkaraútbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav)
  • Eyga fyri smálutum og er forvirkin at loysa uppgávur
  • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð samstarvsevnir
  • Ágrýtni, ídni og er røkin
  • Koyrikort

Harumframt er teldukunnleiki ein greiður fyrimunur.

 

Setanartreytir

Starvsøkið er um alt landið, tó við uppmøtingarstað í Klingruni í Hoyvík. Starvið verður sett 1. apríl 2018 ella eftir nærri avtalau, og løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele.

 

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. februar 2019 og skulu sendast inn her (https://starv.ft.fo/Application/Index/12). 

 

Ynskir tú at hoyra meira um starvið? Brian Rasmussen er leiðari á Byggideildini og er tøkur á tel. 243651 og á bra(at)ft.fo.

 

Um Byggideildina

Byggideildin rekur og viðlíkaheldur allar bygningar hjá Føroya Tele samtakinum. Bygningarnir, sum eru um 150 í tali, eru skrivstovu- og goymslubygningar, tøknihús og telebúðir.  Á Byggideildini starvast frammanundan 9 starvsfólk.

 

Ábyrgdarøkið hjá Byggideildini er fjøltáttað og fevnir m.a. um:

  • Rakstur og viðlíkahald av bygningum og uttanduraøkjum hjá Føroya Tele
  • Brandtrygdarskipanir
  • El-installatiónir
  • No-break og short-break
  • HVS og køling
  • Montering av tekniskari útgerð
  • Reingerð og kantinudrift

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.