fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

 14.05.2018 (10:27)

Farloyvisstarv hjá Sandoyar Barnaverndartænastu

Samstarvsnevndin fyri Sandoyar Barnaverndartænastu søkir eftir leiðara. Starvið er eitt farloyvisstarv at seta frá 1. juni 2018 til 1. december 2018. Setanarbrøkurin er 0,62

Arbeiðsuppgávurnar hjá Barnaverndartænastuni eru ásettar í barnaverndarlógini.

Arbeiðið fevnir um at hava ábyrgd av barnaverndarumsitingini, og at samstarva við og gera tilmæli til barnaverndarnevndina. Harumframt fevnir arbeiðið um málsviðgerð og vanligt skrivstovuarbeiði, ráðgeving og vegleiðing til børn og ung og familjur teirra. Arbeiðið inniber eisini samskifti og samstarv við skúlar, dagstovnar, heilsustarvsfólk, løgreglu, almennar stovnar o.t.

Av tí at tú ert einasta starvsfólk í Barnaverndarumsitingini, verður væntað:

  • at tú ert fleksibul og hevur góð evnir at samstarva
  • at tú ert ábyrgdarfull/fullur og arbeiðir sjálvstøðugt
  • at tú ert nærverandi og hevur fokus á tørvin hjá barninum
  • at tú hevur góðan kunnleika í føroyskum máli
  • at tú hevur telduførleika

Dentur verður lagdur á áskoðan og hugburð til sosialt arbeiði eins og persónligu førleikarnar hjá umsøkjaranum.

Umsøkjari skal í minsta lagi hava eina miðallanga viðkomandi útbúgving innan heilsu, almanna- ella skúlaverk.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til forkvinnuna í samstarvsnevndini Brynhild Sørensen tlf. 263679

Freistin at søkja er 25. mai 2018 - kl. 12.00

Skrivlig umsókn við avriti av CV, prógvi, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Samstarvsnevndin fyri Sandoyar Barnaverndartænastu

v/ Brynhild Sørensen, forkv.

Skúlavegur 3

230 Húsavík

___________________________________________________________________

Sandoyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv um umsiting av barnaverndarøkinum millum Skopunar- Sands- Skálavíkar- Húsavíkar- og Skúvoyar- kommunur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.