Leita á in.fo

 11.01.2018 (08:56)

Farloyvisstarv Skrivstovufólk til Sjóvinnustýrið

Farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Sjóvinnustýrinum er leyst at søkja fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi.

 

Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum

 

  • Journalisering
  • Arkivering
  • Kundaavgreiðsla
  • Málsviðgerð av viðurkenningarprógvum til útlendsk sjófólk um borð á føroyskum skipum
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

 

 

Útbúgvingar- og førleikakrøv

  • Útbúgving innan skrivstovuyrkið ella samsvarandi útbúgving

 

 

Vit vænta, at tú

 

  • ert fyrikomandi, árbyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur
  • ert væl skipað/ur
  • hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góð samstarvsevni og ert arbeiðssom/samur
  • hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
  • hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu, bæði í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

 

 

Setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Tænastustaðurin er Sjóvinnustýrið, Hoyvíksvegur 5, Tórshavn.

Starvið verður sett 1. mars 2018.

 

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24. jan. 2018.

 

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Christel Christoffersen, deildarleiðara, á tlf. 355600.

 

Umsóknir skulu sendast sum teldubræv til: christelc(at)fma.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.