Leita á in.fo

 10.10.2017 (15:58)

Farloyvisstarv sum ferðslusamskipari til Strandfaraskip Landsins

Samferðsludeildin sóknast eftir ferðslusamskipara til farloyvisstarv at byrja  skjótast gjørligt, og fram til 1. august 2018. Sum ferðslusamskipari skalt tú tryggja dagligu samferðsluna, ið umfatar fólkaflutning á Bygdaleiðum og Oyggjaleiðum umframt farmaflutning til útoyggjarnar.

 

Starvið
Uppgávurnar eru m.a.:
• daglig samskipan av samferðslu 
• kunning umvegis heimasíðu og fjølmiðlar
• fyriskipa flutningsavtalur
• umsita útoyggjastuðulin
• gera og samskipa mannagongdir
• útskiftingarætlan av størri tólbúnaði
• innkeyp og søla av tólbúnaði
• sáttmálaeftirlit við Bygdaleiðum
• verða við í arbeiðinum at gera ferðaætlanir

 

Førleikakrøv 
Vit rokna við, at tú:
• hevur framúr góðan KT-kunnleika 
• hevur vitan innan maritima økið 
• hevur vitan innan lógir og reglugerðir viðvíkjandi vandamiklum farmi, hvílitíðum o.s.fr.
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og málrættað 
• orðar teg greitt og væl, bæði munnliga og skrivliga

 

Umsókn og treytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Byrjunarlønin er 24.996,77 kr og endalønin er 27.930,89 kr. Hartil er ein mánaðarlig viðbót fyri at vera tøkur uttanfyri vanliga arbeiðstíð á kr. 3.000 kr.

 

Starvsstaðurin er høvuðsskrivstovan á Tvøroyri.

 

Umsóknir við avritum av prógvum, ummælum, CV og tilvísingum skulu sendast til:

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Boks 30
FO-810 Tvøroryi

ella til eyj(at)ssl.fo 

 

og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2017.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at senda ein teldupost til Dánial Paula Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðara, á dpd(at)ssl.fo ella við at ringja til hann á tlf 293081 ímillum kl 9-15 gerandisdagar.

 

 

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL eru á fíggjarlógini við eini rakstrarjáttan í 2016 á netto 149 mió.kr. Samlaðu inntøkurnar vóru 67 mió.kr, og útreiðslurnar 216 mió.kr. Fyritøkan umsitur 28 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 6 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2016 var 1.172.000: 536 túsund við bussunum og 636 túsund við ferjunum. Talið av flutningsanleggum er 40 bussar, 7 ferjur og farmaflutningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 160 í tali, svarandi til 120 ársverk.  

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.