Leita á in.fo

 23.07.2018 (09:32)

Fíggjarleiðari til KJ

Set títt fíggjarliga fingramerki á vinnulívið í Føroyum 

 

KJ Hydraulik skal hava nýggjan fíggjarleiðara. Fíggjarleiðarin, sum er partur av leiðslubólkinum, hevur ábyrgdina av dagligu fíggjarstýringini og bókhaldinum. 

 

Tú fært ábyrgdina av 

• Dagligu fíggjarstýringini og bókhaldinum. 

• Mánaðar- og ársroknskapum. 

• Fígging og samskifti við peningastovnarnar. 

 

Vit vænta at tú 

• Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir 

• Ert ein leiðari og hevur royndir við fíggjarstýring við Dynamics NAV 

• Dugir væl at samskifta og málbera teg, bæði skrivliga og munnliga 

 

Um KJ 

KJ Hydraulik er ein av størru maskinteknisku fyritøkunum í Føroyum. KJ hevur deildir á Kambsdali, Fuglafirði, Tórshavn, við Ljósá og í Danmark.  Í løtuni starvast uml 115 fólk hjá KJ. 

 

Hevur tú spurningar? 

Eru spurningar kanst tú venda tær til Ólav Asafsson Olsen, stjóra, á 58 88 17 ella Viggo Johannesen, sølustjóra, á 58 88 28. 

Starvið verður lønt sambært avtalu, og sett skjótast gjørligt. Tó bíða vit fegin eftir rætta viðkomandi. 

 

Skrivligar umsóknir skulu sendast til starv(at)kj.fo  

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

 

Lýkur tú treytirnar, og ert tú til reiðar at seta títt fingramerki á føroyskt vinnulív, so gleða vit okkum at frætta frá tær.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.