fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

 06.02.2018 (11:01)

Flogternur og -tænarar til freelancestørv hjá Atlantic Airways

Kundi tú hugsað tær at roynt teg í einum avbjóðandi starvi? 

 

Vit leita eftir flogternum og -tænarum til freelancestørv til summarið 2018

 

Flogternur og -tænarar til freelancestørv hjá Atlantic Airways  - við basu í Keypmannahavn ella í Føroyum

 

Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt í minsta lagi kunna starvast fulla tíð í summar- mánaðunum juni, juli og august 2018. Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin Føroyum ella Keypmannahavn og kunnamøta  á fløgvøllinum til skiftandi arbeiðstíðir.

 

Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at seta viðskiftafólk okkara í miðdepilin og vísa, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við fyrsta floks tænastu.

 

Tínir eginleikar

Tú ert ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur - tú dugir og ert tilvitað/ur um at gera ferðina hjá viðskiftafólki okkara so góða og smidliga sum gjørligt.

 

Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv og royndirfrátænastuarbeiði.

 

Krøv

Tú ert 21 ár ella eldri, tosar føroyskt, dugir at samskifta á minst einum skandinaviskum máli, dugir væl enskt, hevur góða heilsu, vanliga sjón, megnar at svimja minst 200 metrar og kanst verða heilsugóðkend/ur til at fáa flúgviloyvi.Tú skalt hava eina reina revsiváttan.

 

Byrjan

Setanarsamrøður verða í mars 2018, og verður tú sett/ur í starv, skalt tú á heildags-skeið í viku 15, 16 og 17, áðrenn tú byrjar.Løn verður ikki goldin í sambandi við skeiðið. Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í mai og juni. Fulltíðarflúgvingin byrjar í endanum av juni og heldur fram allan juli til fyrru hálvu av august. Tað er møguleiki fyri, at flúgvingin kann halda fram í september og oktober.

 

Arbeiðstíðir og -staður

Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinu- starvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar at arbeiða fulla tíð í juni, juli og august. 

 

Møguleiki er eisini fyri, at tú kemur at arbeiða í seinnu hálvu av august og partar av september. Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá seinnu hálvu í apríl til fyrst í september 2017. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógar-ásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. 

 

Starvið er við støð í Føroyum ella Keypmannahavn. Løn og dagpeningur sambært galdandi reglum.

 

Umsóknir

Hevur tú hug at søkja starv sum freelance flogterna ella -tænari, vinarliga sendi okkum skjótast eina skrivliga umsókn saman við CV, mynd, prógvum og viðmælum til starv(at)atlantic.fo 

 

Umsóknarfreistin er tann 26. februar 2018.

 

Atlantic Airways

Georg Suðurgarð

Director, Human Resource

 

Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi, úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Atlantic Airways hevur tvey Airbus 319 flogfør, eitt Airbus 320 flogfar og tvær AW139 tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til Danmarkar, Edinburgh, Reykjavík og Bergen alt árið – Barcelona, Mallorca, Malta og Lissabon um summarið og Gran Canaria um veturin. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.