fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

 20.03.2017 (09:01)

FO-UMSITINGIN BOÐIN ÚT

FO-ráðið bjóðar hervið umsitingina av FO-økinum út. Útboðið fevnir um

dagliga umsiting av FO-navnaøkjum og samskipan av FO-ráðnum.

 

UM FO-RÁÐIÐ

FO-ráðið er myndugleiki, ið sambært teimum av landsstýrismanninum í

vinnumálum góðkendu viðtøkum, hevur fingið ábyrgdina av umsitingini og

nýtsluni av landaøkinum .fo á internetinum. FO-ráðið er tað, sum á internetmáli

nevnist .fo ccTLD Manager.

 

FO-landaøkið, sum eisini nevnist FO ccTLD ("Country Code Top Level Domain), er

tann parturin av økisnøvnum á internetinum, ið ICANN (Internet Corporation for

Assigned Names and Numbers) hevur tillutað Føroyum nýtslur.tt til.

Í FO-ráðnum sita 4 limir. Sí nærru um hetta á www.nic.fo 

 

ÚTBOÐIÐ FEVNIR UM

Útboðið er býtt í tvey økir, sum eru lýst niðanfyri.

 

Umsiting av FO-navnaøkinum:

• Svara munnligum fyrispurningum á telefonini (kl. 10-14 gerandisdagar)

• Svara skrivligum fyrispurningum umvegis teldupost (áleið 1/2 tíma pr. viku)

• Eftirlit við heimasíðu og øðrum skipanum (áleið 1 tíma pr. viku)

• Samskifta við altjóða samstarvfelagar (áleið 1/2 tíma pr. viku)

• Kunning til FO-ráðið (áleið 1/2 tíma pr. viku)

• Samskifta við undirveitarar av skipanum til .fo umsitingina (áleið 1/2 tíma pr. viku)

• Samskipa projektir við undirveitarar.

 

Umsiting av FO-ráðnum:

• Samskipa nevndarfundir (áleið 8 fundir um árið)

• Skrivari á nevndarfundum (áleið 2 tímar per fund)

• Gjalda rokningar og lønir (umleið 4 tímar um mánaðin)

• Umsita bókhaldið fyri FO-ráðið (umleið 4 tímar um mánaðin)

• Samskipa møgulig tiltøk í Føroyum og/ella í útlandinum

• Møguliga luttaka á tiltøkum í Føroyum og/ella í útlandinum.

 

TREYTIR

FO-ráðið setir fylgjandi treytir til umsitaran:

 

• Ábyrgdarpersónur skal vera á FO-umsitingini og FO-ráðnum

• Ábyrgdarpersónurin er røkin og væl skipaður, sterkur í at samskifta og at samskipa

• Ábyrgdarpersónurin er góður at samskifta á enskum

• Fleiri enn eitt fólk eru skikkaði at taka sær av dagligu umsitingini

• Veitarin hevur ábyrgd av allari fyrisitingini, interneti, telefon, teldu, fundarhøli o.ø.

• Veitarin hevur góðan kunnleika til alnótina og megnar at seta seg inn í skipanir á økinum fyri ccTLD.

 

VEKTING

Tilboðini verða vektaði soleiðis:

• Kostnaður 70%

• Kvalitetur og trygd av tænastu 30%

 

HVØR KANN BJÓÐA

Einstaklingar, feløg, ella aðrir juridiskir persónar, ið uppfylla krøvini í útboðstreytunum, kunnu bjóða.

 

NÆRRI KUNNING

Áhugaði kunnu seta spurningar, við at ringja á telefon 55 55 40, ella skriva

teldupost til utbjoding(at)nic.fo 

 

SPURNINGAR OG FREISTIR

Tilboðið skal vera FO-ráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. mars 2017 kl. 12.00. Tilboðið skal vera skrivligt og sendast á [email protected] Boðini verða viðgjørd av FO-ráðnum. Tann, sum fær umsitingina, og onnur sum hava bjóðað, verða kunnaði skrivliga innan 14. apríl 2017.

hava deilt hesa grein.