fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

 18.05.2017 (10:25)

Fólk til Hundsarabotn

Landsverk søkir eftir einum fólki at arbeiða á skervverkinum í Hundsarabotni.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:

  • at reka og viðlíkahalda skervverkið
  • at vera við til fyribyrgjandi viðlíkahald av útgerð
  • at koyra entraprenørmaskinur
  • annað fyrifallandi arbeiði í Hundsarabotni

 

 

Førleikakrøv

Royndir við at koyra entreprenørmaskinur er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tó er tað eitt krav, at tú hevur  vanligt koyrikort.

 

Sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond. Roknast má við nakað av fysiskt tungum arbeiði.

Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

 

Tú verður lærdur upp og settur inn í mannagongdir, ið eru viðkomandi fyri arbeiðið í Hundsarabotni.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð.

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsóknir

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo.

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi  31. mai 2017.

 

Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Tom Sørensen, formann, tel. 290 757 ella toso(at)lv.fo

 

 

hava deilt hesa grein.