Leita á in.fo

 30.11.2017 (14:46)

Fólk til montering av rútum hjá Atlanticpane - skjótast tilber

Vegna økt virksemi, hava vit nú brúk fyri einum røskum fólki til montering av hágóðsku rútum til føroyska marknaðin. Arbeitt verður í toymi av tveimum montørum til uppgávurnar, men eisini kann vantast sjálvstøðugt ardeiði.  Atlanticpane er ein 44 ára gomul støðugt vaksandi fyritøka, og tilsamans starvast 12 fólk á virkinum.

 

Vit vænta

§  at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt

§  at tú ert handverkari ella hevur royndir innan handverk

§  at tú hevur góð samstarvsevnir

§  at tú kanst átaka tær úrtíðararbeiði, um á stendur

 

Tað er ein fyrimunur, at tú ert handverkari ella hevur royndir innan handverk, men útbúgving er ikki eitt krav.

 

Vit bjóða

§  eitt starv, sum gevur møguleika fyri persónligari og fakligari menning

§  spennandi gerandisdag við ymiskum uppgávum

 

Umsókn

Umsóknir við CV og møguligum ummælum skulu sendast til dan(at)atlanticpane.fo

 

Starvið verður sett skjótast tilber.

 

Nærri fæst at vita, við at ringja 739403 til Dan Jacobsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.