Leita á in.fo

 05.06.2018 (09:15)

Formaður til pakkhúsið hjá Faroe Ship

Faroe Ship leitar eftir einum framfúsum formanni, sum kann leiða og menna dagliga raksturin av pakkhúsinum í Havn

 

Starvið

Formaðurin, maður ella kvinna, stendur á odda fyri dagliga rakstrinum av pakkhúsinum hjá Faroe Ship og skal altíð hava eitt eyga eftir, hvussu tænasta og mannagongdir kunnu betrast. Heilt einfalt er høvuðsuppgávan at tryggja, at øll vøra, sum kemur inn á pakkhúsið, verður avgreidd skjótt og væl á rætta stað. Ein tann fyrsta uppgávan er at vera við í tilgongdini at seta í verk nýggja KT-skipan, sum lættir um fyri bæði viðskiftafólk og starvsfólk.

 

Ábyrgdin hjá formanninum í pakkhúsinum er í høvuðsheitum:

 

                    At alsamt tryggja tænastustøðið

                    At menna skynsamar arbeiðsgongdir

                    At ganga undan og leggja arbeiðið í pakkhúsinum til rættis

 

Vit bjóða eitt spennandi  og avbjóðandi starv við royndum og ágrýtnum starvsfeløgum. 8 starvsfólk eru í føstum starvi, meðan avloysarar traðka til, tá á stendur. Starvið er fulla tíð, og roknast skal við skiftandi arbeiðstíðum.

 

Førleikar

Tann rætti umsøkjarin hevur góð leiðsluevni og dugir at taka rættar avgerðir til rættu tíð. Vit leggja dent á sjálvstøðugan hugsunarhátt, gott yvirlit og eitt hvast eyga fyri at røkka úrslitum. Skil fyri KT - loysnum, fíggjarstýring og rakstri eru førleikar, ið eru at meta sum  fyrimunir. Umsøkjarar mugu standa seg væl í føroyskum, donskum og enskum á skrift og í talu.

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn eftir avtalu.

Áhugaðir umsøkjarar kunnu fáa nærri at vita um starvið frá Per D. Jacobsen, rakstrarstjóra á telefon 549053 ella skriva til [email protected]

 

Umsóknarfreistin er 21. juni 2018.

Umsóknir við viðkomandi skjølum skulu sendast til [email protected] .

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.