Leita á in.fo

 16.04.2018 (07:38)

Fráboðan um broyting í mannagongd

Skráseting Føroya skal við hesum boða frá broyting í mannagongdini tá ársfrásagnir, ið skulu latast inn sbrt. reglunum í ársroknskaparlógini, ikki verða latnar inn rættstundis.

 

Sambært § 138 í ársroknskaparlógini skulu ársfrásagnir sendast til Skráseting Føroya í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað.

 

Mannagongdin er í dag, at um ársfrásøgnin ikki er latin inn, tá ið freistin er farin, fær felagið eina áminning við einari freist á 4 vikur. Um ársfrásøgnin ikki er latin inn, áðrenn hendan freistin er farin, verður felagið sent skiftirættinum til avtøku.

 

Frá 1. juli 2018 verður hendan mannagongdin broytt: Um ársfrásøgnin ikki verður latin inn rættstundis, fer Skráseting Føroya, við heimild í § 151 í ársroknskaparlógini, at áleggja ovastu leiðslu felagsins at rinda eitt avgjald. Um eitt felag hevur stjóra og nevndarlimir, verða nevndarlimirnir persónliga álagdir at rinda. Hevur felagið onga nevnd, skal stjórin rinda avgjaldið. Viðkomandi leiðslulimur ábyrgjast persónliga fyri avgjaldið. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, verður kravið sent til pantingar.

 

Upphæddirnar eru 500 kr., 2.000 kr. ella 3.000 kr. í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni.

 

Skráseting Føroya fer framhaldandi, við heimild í § 150, stk. 3 í ársroknskaparlógini, og § 226 jvb. § 225 í vinnufelagslógini, at senda feløg til tvingsilsavtøku, tá mett verður, at hetta er neyðugt.

 

Dømi um hvussu avgjaldið skal roknast:

Fyritøka A hevur freist at lata inn ársfrásøgn tann 30. juni. Fyritøkan letur ikki ársfrásøgnina inn til tíðina, og fær ein rykkjara. Um fyritøkan letur ársfrásøgnina inn áðrenn 8 dagar eru farnir, verður ikki meira gjørt. Heldur fyritøkan ikki nýggju freistina, verður álagt eitt avgjald á 500 kr. Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. juli verður avgjaldið 2.000 kr. í alt. Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. august, verður avgjaldið 3.000 kr. í alt til hvønn lim.

 


Skráseting Føroya


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.