Leita á in.fo

 23.01.2018 (15:19)

Frítíðaravloysarar summarið 2018

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv innan eldraøkið millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

 

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2018

Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar:

·         Sjúkrarøktarfrøðingar

·         Heilsurøktarar

·         Heilsuhjálparar

·         Køks- og vaskifólk

 

Starvsøkið

·         VEKS Eystur  (Sunda- og Eiðis Kommuna)

·         VEKS Vestur  (Vestmanna- og Kvívíkar Kommuna)

 

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag hjá nevndu fakbólkum.

 

Upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til

Sundalagi/ Eiði   Poula Reinert-Petersen     tlf. 793251

Vestmanna/ Kvívík          Mia Pedersen       tlf. 793231

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks(at)veks.fo


ella til

Heimatænastan í VEKS

Bakkavegur 59

FO-350 Vestmanna

Við frámerkinum “Frítíðaravloysarar”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. februar 2017 kl. 12.00

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.