fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

 15.05.2018 (11:18)

FRÍTÍÐARAVLOYSARAR TIL ATLANTIC AIRWAYS

Vit leita eftir fólki til Kundatænastu okkara á Vága Floghavn, sum hevur hegni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara eina fyrsta floks tænastu.

 

Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka í støðugari menning, har kundatænasta og -røkt í heimsflokki er ein av hornasteinunum undir okkara virksemi.

 

Vit leita eftir frítíðaravloysarum til Sølu- og Kundatænastu okkara, har tú fert at vera ein av teimum hepnu,

ið skal hava dagligt samband og samskifti við viðskiftafólk okkara.

 

Tí hevur tað stóran týdning, at tú:

  • Hevur áhuga fyri kundatænastu og ferðavinnu
  • Ert smílandi og vinarlig/ur av lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv
  • Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar

 

 

Um starvið

  • Ymiskt arbeiði í kundatænastuni
  • Tímalønt parttíðarstarv í skiftandi vaktum og arbeiðstíðum
  • Eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss
  • Møguleiki er at halda fram sum avloysari, t.d. kvøld- og vikuskiftisvaktir.

 

 

Krøv

Tú skalt vera fylt/ur 18 ár og vera stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift og hava góðar telduførleikar.

 

Starvið verður sett skjótast til ber og er tíðaravmarkað til 31. august 2018. Arbeiðstíðin liggur vanliga millum kl. 7 og 21, men neyðugt kann verða at arbeiða aðrar tíðir eisini. Tá ið talan er um frítíðaravloysarar, ber ikki til at fáa feriu í avloysaratíðarskeiðinum.

 

Nærri upplýsingar um starvið fært tú, um tú vendir tær til Heidi Askham á tlf. 214900 ella á heidia(at)atlantic.fo  

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við mynd, avritum av prógvum, lívsrensli (cv) vm. skal sendast við telduposti til

Umsóknarfreistin er mánadagin 28. mai 2018.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.