Leita á in.fo

 04.03.2019 (16:15)

Frítíðaravloysarar til summarið 2019

Høvuðsuppgávan hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, er at veita borgarum í Norðoyggjum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Tænastan skal veitast í samráði við hin einstaka í mun til tørv, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt.

 

Tænastan tekur støði í visjónini hjá  NBH, sum er:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Vit sóknast eftir

Fyri at røkja hesa tænastu í summar hevur NBH tørv á avloysarum til,

-          Heimatænastuna

-          Búeindirnar: Norðoya Røktarheim, Heimið við Vágna, Norðoya Ellis- og Vistarheim, Sambýlið í Bøgøtu og Sambýlið á Heygnum

-          Dagtilhaldini á Heiminum við Vágna og Búðatrøð

-          Mattænastuna

 

Vit sóknast tí eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, reingerðarfólki, starvsfólki við kostfakligari útbúgving og bilførara til mattænastuna.

 

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og skiftandi vikuskiftum.

 

Arbeiðið í dagtilhaldunum og Mattænastuni fevnir tó einans um dagtímar og yrkadagar.

 

Førleikakrøv og karmar

Til størvini krevst útbúgving og/ella royndir svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir.

Til avloysarastørvini hjá sjúkrarøkarfrøðingum krevst útbúgving og autorisatión.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og vilja til at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í tvørfakligum toymum.

Vit kunnu bjóða tær eitt spenndandi starv við góðari upplæring.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdadi sáttmálum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfeløg.

 

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til skrivstovuna hjá NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh(at)nbh.fo.

 

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh(at)nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

 

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 8. apríl 2019.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.