fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

 07.01.2019 (10:34)

FRÍYRKIS-STÝRIMENN (M/K) TIL ATLANTIC AIRWAYS

Okkum tørvar nakrar fríyrkis-stýrimenn (M/K) til at flúgva okkara Airbus 319/320/320neo í summartíðarskeiðinum, og tá ið nógv ferðsla er.

 

Sum fríyrkis-stýrimaður fært tú møguleikan at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skal kunna arbeiða fulla tíð í summarmánaðunum juni, juli og august 2019.

 

Tín uppgáva verður, saman við okkara vandu flogskiparum, at hjálpa til á ein professionellan hátt og at halda tey høgu krøv, tænastu og væntanir, sum verða sett til Atlantic Airways.

 

TÍNIR EGINLEIKAR

Tú ert ábyrgdarfull/ur og arbeiðir málrættað og pro- fessionelt. Tú skalt vera broytilig/ur (fleksibul) – her verður eisini hugsað um tað praktiska í sambandi við arbeiðstíð og -stað. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starv- ast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.

 

Tú skalt kenna til føroysk viðurskifti og hava loyvi at búgva og arbeiða í Norðurlondum og EU.

 

KRØV

Umsøkjarar skulu hava eitt av hesum certifikatum:

- ATPL(A)

- MPL(A)

- CPL(A), við ATPL teori og MCC prógvi

 

Í øllum trimum førum skalt tú hava eitt galdandi IR(A)ME, eitt General Flight Radiotelephone Operator Certificate (GEN) og ICAO Language proficiency við level 4 í enskum. Harafturat krevst minst 200 tíma flúgvitíð (ikki íroknað simulator).

 

ARBEIÐSTÍÐIR OG -STAÐUR

Byrjarnarsamrøður verða hildnar í februar 2019, og endaliga valið av fríyrkis-stýrimonnum verður í mars 2019.

 

Verður tú vald/ur, skalt tú umskúlast til at kunna flúgva okkara Airbus 319/320/320neo. Umskúlingin fer fram hjá Airbus á vári 2019.

 

Atlantic Airways rindar fyri umskúlingina, ferð, uppihald og dagpening. Løn verður ikki goldin í sambandi við umskúlingina.

 

Eftir umskúlingina verður avtala gjørd um Line-venjingina, sum tekur umleið ein mánað.

 

Løn og dagpeningur verður goldin undir Line-venjingini. Eftir hetta skalt tú skjótast til ber arbeiða fulla tíð í juni, juli og august. Seinni skalt tú, eftir tørvi, vera tøk/ur, tá ið nógv er at gera.

 

Starvið er við støð í Føroyum ella Keypmannahavn. Løn og dagpeningur eru sambært galdandi reglum hjá okkara fríyrkis-stýrimonnum. Sáttmálatíðarskeiðið er 12 mánaðir (apríl 2019 – apríl 2020).

 

Tá byrjanarsamrøðurnar og valið av fríyrkis-stýrimonnunum hava verið, skulu tey valdu ígjøgnum eina roynd, sum snýr seg um týdningin at arbeiða gjølla, skjótt og neyvt. Eisini verður ein persónsgreining gjørd av viðkomandi, har fatanarstigið verður mett. Við støði í hesum, saman við byrjanarsamrøðunum, verður tað okkara úrvalsnevnd – møguliga við fleiri starvssamrøðum – sum fer at velja út og gera tilmæli til leiðsluna um skikkaðar umsøkjarar. Í úrvalsnevndini sita HR-leiðarin, flogovastin, flogstjórin, venjingarleiðarin og eitt umboð fyri FAPA.

 

UMSÓKNIR

Hevur tú hug at søkja starv sum fríyrkis-stýrimaður, vinarliga sendi  okkum  eina  skrivliga  umsókn  saman  við lívsrensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til starv(at)atlantic.fo 

 


VILT TÚ VITA MEIRA UM STARVIÐ?

Set teg so í samband við Sámal Danielsen, flogovasta, á telduposti samal(at)atlantic.fo ella tlf. 213 913.

 


Umsóknarfreistin er tann 26. januar 2019.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.