fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

 21.12.2018 (14:19)

Fulltrúar til Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir trimum fulltrúum – tveimum løgfrøðingum og einum fíggjarfulltrúa – til setan skjótast gjørligt.

 

Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til. Í starvinum kemur tú serliga at arbeiða við uppgávum innan heilsuøkið, men talan kann eisini verða um uppgávur innan onnur øki.

 

Førleikar

Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Tú hevur áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økini. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur góð samstarvsevni, politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.

 

Arbeiðsuppgávur

Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar hjá løgfrøðingunum verða m.a. løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, greining, gera hoyringssvar, svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur. Høvuðsuppgávurnar hjá fíggjarfulltrúanum verða m.a. fíggjarligar greiningar, fíggjarlógarviðgerð, hagtøl, eftirlit og samskifti umframt fíggjarlig ráðgeving av stovnum innan økið. Harumframt umboða fulltrúarnir stjórnarráðið í møguligum arbeiðsbólkum og samstarvsfora.

 

Størvini eru mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast størvini eru sjálvstøðug og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar eisini loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.

 

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Heilsu- og innlendismálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

 

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

 

Heilsu- og innlendismálaráðið

Eirargarður 2

FO-100 Tórshavn

 

ella umvegis teldupost á [email protected]

 

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. januar 2019,  kl. 12:00.

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, tlf. 304050 ella umvegis teldupost til turid.arge(at)himr.fo

 

Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál og umhvørvismál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.