fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 11.04.2017 (08:54)

Fulltrúi til Almannaverkið

Almannaverkið søkir eftir einum kønum fíggjarfólki  at samskipa roknskaparhaldið á stovninum.  Talan er um eitt fast starv fulla tíð til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

 

Um Fíggjardeildina

Fíggjardeildin er sett saman av einum fíggjartoymi, einum UAP toymi og bókhaldinum. Fíggjartoymið umsitur fíggjarlógararbeiði, fíggjarstýring og hagtøl, meðan uppgávan hjá UAP toyminum er at umsita pensjónir hjá borgarum. Bókhaldið tekur sær av uppgávunum innan debitor- og kreditorbókhald, koyringum av ymiskum slagi, avgreiðir webløn og loysir uppgávur í Totalview.

 

Á Fíggjardeildini starvast 13 starvsfólk, harav 4 eru í fíggjartoyminum,  6 eru í bókhaldinum, og 3 í UAP toyminum.

 

Arbeiðsuppgávur

Talan um eitt sjálvstøðugt starv, har tað í høvuðsheitum snýr seg um samskipan av uppgávum í mun til bókhaldið og UAP toymið. Sum fulltrúi kemur tú at hava um hendi uppgávuna, áhaldandi at skipa roknskaparøkið hjá Almannaverkinum í mun til virksemi og bygnað.

Umframt ein samskipandi leiklut á deildini, hevur tú sum fulltrúi ábyrgd av at umsita vegleiðingar, mannagongdir og reglugerðir á roknskaparøkinum. Vanligar bókhalds- og roknskaparuppgávur eru eisini partur av arbeiðsuppgávuni.

Eisini fevnir arbeiðið um at røkja samskiftið við bæði innanhýsis og uttanhýsis viðskiftastovnar hjá Almannaverkinum á roknskaparøkinum.

 

Førleikakrøv

Vit síggja fyri  okkum, at tú hevur hollar royndir  innan roknskap og bókhald, og at tú t.d. hevur eina miðallanga útbúgving innan fíggjar- og roknskaparviðurskifti.

Vit leggja somuleiðis dent á góðan telduførleika, og at málsligi førleikin í føroyskum er góður. Tað er ein fyrimunur, tó ongin treyt, at umsøkjarin hevur royndir við Búskaparskipan landsins og innan almenna fyrisiting.

 

Væntanir til umsøkjaran

Vit vænta, at tú ert nærløgd/nærlagdur í mun til arbeiðsuppgávurnar og tekur ábyrgd. Tær dámar at taka initiativ og síðani at avgreiða uppgávurnar. Tú trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum, alt meðan tað krevst, at tú ert tænastusinnaður og dugir væl við fólki. Vit vænta, at tú dugir væl at samstarva og samskifta við onnur. Tú ert fleksibul og eisini dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni á Fíggjardeildini. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Starvsmannafelagið ella Búskapar- og løgfrøðingafelagið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Starv á Fíggjardeildini”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. apríl 2017. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Mary J. í Garði, deildarleiðara, tlf. 34 70 12.

hava deilt hesa grein.