fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 12.04.2017 (20:02)

Fýra kommunulæknastørv leys at søkja

Heilsutrygd lýsir hervið fýra kommunulæknastørv leys. Talan er um tvey størv í Eiðis Læknadømi og tvey størv í Skálafjarðar Læknadømi. Størvini verða sett frá  1. september 2017 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

 

·         Eiðis Læknadømi: tvey kommunulæknastørv

 

·         Skálafjarðar læknadømi: tvey kommunulæknastørv

 

Størvini                                       
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hinum starvsfólkunum í læknadøminum og í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu vera við til at menna heilsufakligar tænastur saman við viðkomandi pørtum og vera við í nýskipanum innan økið.

 

Økið
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víðað, krevur nógv og hevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

 

Kommunulæknin er við í vaktarskipanini og samstarvar við aðrar kommunulæknar.

 

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Heilsutrygd og Kommunulæknafelag Føroya.

 

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

 

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvat starv søkt verður.

 

Krøv
Tann, ið søkir starvið, skal hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.

 

Umsóknarfreistin er 1. mai 2017, kl. 12.00


Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd(at)heilsutrygd.fo

 

Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og Læknavaktina, kanst tú venda tær til Heilsutrygd, John D. Olsen tlf. +298 61 40 10 ella t-post: jdo(at)heilsutrygd.fo ella til formannin í Kommunulæknafelag Føroya, Marjus Dam tlf. +298 21 23 25 eller t-post: m-dam(at)olivant.fo.

hava deilt hesa grein.